Tað bæði luktar illa og smakkar illa

Ávarað verður nú ímóti einum slagi av viðskera, um ikki er hagreitt eftir forskriftunum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti tveimum sløgum at viðskera, sum er skorið í flísar, og selt í pakkum. Talan er um tvey sløg av roastbeef í flísum og orsøkin til ávaringina er, at tað er ikki hagreitt eftir forskriftunum og sostatt bæði luktar tað illa og tað smakkar illa. Orsøkin til ringa luktin og smakkin, er, at tað er ikki saltað, sum tað átti og tí eru bakteriur í tí, sum ikki eiga at vera har.

 

Heilt ítøkiliga er talan um Gårdlykke roastbeef, har nettovektin er 70 gramm og sum er pakkað 26. apríl í ár og har seinasti nýtsludagur er 21. mai í ár. Talan er eisini um Gestus roastbeef har nettovektin er 70 gramm og sum er pakkað 26. apríl og seinasti nýtsludagur er 21. mai í ár.

 

Skuldi nakar ligið inni við hesum, er frægast at koyra tað í skrell, ella at lata handlinum, haðani tað er keypt, tað aftur.