Tað ber væl til - men tað kostar minst tað dupulta

Skulu bussarnir hjá Bussleiðini í Havn brúka diesel ella el? Tað er tann stóri spurningurin, nú nýggir bussar skulu útvegast

Bussleiðin í Havn skal hava nýggjar bussar. Men skulu nýggju bussarnir brúka el ella diesel. Tað hevur verið tann stóri spurningurin. Tað hevur ligið í kortunum, at teir nýggju bussarnir skulu eisini brúka diesel, men tað hevur fingið umboðini fyri Tjóðveldi í Tórshavnar Býráð, at tala at, tí tey halda, at hetta er eitt gylt høvi til at leggja um til el-bussar, og sostatt at taka eitt ordiligt tak á teirri grønu leiðini.

 

Les meiri her: Eingin grøn leið í TK: Býráðsmeirilutin keyðir 16 nýggjar dieselbussar

 

Tað eru Gundurs Bussar, sum røkja Bussleiðina í Havn og eftir at koyringin varð bjóðað út, var er tað greitt, at tað verður sama felag, sum skal halda fram við koyringini.

 

Heðin Zachariasen, nevndarformaður í Gundurs Bussum, staðfestir, at nú bussarnir skulu skiftast er tað býráðið, sum setir treytirnar. Og hann sigur, at tey eisini umrøtt spurningin um at leggja um til bussar, sum brúka el.   

 

Hann sigur, at tað letur seg væl gera at brúka el-bussar – men vit skulu gera okkum greitt, at sum støðan er nú, fer tað at  verða nógv dýrari.

 

– í fyrsta lagi kostar ein el-bussur tvær ferðir so nógv at útvega, sum ein dieselbussur, sigur Heðin Zachariasen. Men hann leggur afturat, at so er spurningurin eisini, hvussu langt teir koyra upp á eina løðing. Hann sigur, at hann hevur kannað málið og í Danmark siga tey, at teir koyra 300 – 400 kilometrar upp á eina løðing, men teir gjørdu greitt, at í Føroyum koyra teir ikki so langt upp á eina løðing, tí her eru vegakervið heilt øðrvísi, eitt nú eru nógvar brekkur her.

 

– Tað merkir, at vit mugu útvega fleiri bussar enn annars, tí tað verður altíð neyðugt at hava eykabuss at seta í koyring fyri bussar, sum standa og løða. Men tað verður eisini ein spurningur um at seta tær neyðugu løðistøðirnar upp. Heðin Zachariasen sigur, at útvega vit el-bussar, verður eisini neyðugt at leggja verkstaðið um við ymsari serútgerð og serútbúnum mekanikarum.

 

Les eisini: Tað er ikki ráðiligt at keypa el-bussar til Bussleiðina í Havn

 

Hann leggur dent á, at alt hetta eru trupulleikar, sum tað væl ber til at loysa - men tað slepst ikk undan at tað kostar. Hann sigur, at í sambandi við nýggja sáttmálan hevur býráðið lagt upp fyri, at tað skal bera til at taka málið upp aftur tí menningin gongur rættiliga skjótt á hesum øki og tað er væl hugsandi, at um tvey, trý ár eru battaríini so nógv ment, at tey koyra nógv longri upp á eina løðing. Men hann leggur afturat, at verandi bussar eru uppslitnir, so hóast teir koyra væl, krevja teir rættiliga nógv viðlíkahald, so hann heldur avgjørt, at stundin er komin at skifta teir út nú.

 

Tað hevur eisini ligið í kortunum, at tað skal bera til at gera eina roynd við el-bussum á ávísum rutum hjá Bussleiðini fyri at vita, hvussu tað riggar.

 

Í býráðnum siga tey, at ongin endalig avgerð er tikin í málinum og at tey eru í ferð við at útvega sær fleiri upplýsingar um fyrimunir og vansar við el-bussum og diesel-bussum.