- Her er so gott og so hugnaligt, siga tær fimm vinkurnar, tá eg spyrji hvat teimum dámar best við Voxbotn.
Tað er tónleikurin og fólkini, ið draga tær oman higar í dag.
- Tað er stuttligt at møta so nógvum ein kennir, siga tær. Og at njóta tónleikin saman við sínum vinum.
- Tað allarbesta við Voxbotn er, at tað er í Havn, sigur ein teirra. Hinar flenna, men nikka játtandi.
- L.O.C, siga tær, við ein munn, tá eg spyrji, hvat tær gleða seg mest til. Men Byrta og Swangah standa eisini á skránni hjá gentunum at fáa við í kvøld.
- So vit vera her líka til endan, siga tær.