Tað dregur út at taka eina avgerð

Tað verður kallað ein náttúruperla, men enn veit eingin hvat hon skal brúkast til

Tað dregur út at koma til eina niðurstøðu um, hvat gamli studentaskúlin í Hoydølum skal brúkast til. Tað eru nú eini 10 ár síðani, at tað varð greitt, at nýggjur miðnámsskúli skuldi byggjast í Marknagili og í 2018 varð hann tikin í nýtslu og fekk navnið Glasir. Men hóast myndugleikarnir hava havt góða tíð at koma til eina niðurstøðu, er enn eingin avgerð fallin. Nú hevur Hervør Pálsdóttir, tinglimir fyri Tjóðveldi, spurt Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum, hvussu gongur við málinum. Í hesum sambandi spyr hon eisini um nøkur ætlan er um at gera Hoydalar til eina miðstøð fyri listarligum virksemi.

 

Men Jenis av Rana sigur, at enn er støða ikki tikin til, hvat skal henda við gamla studentaskúlanum í Hoydølum. Annars hava samráðingar verið í eitt áramál um, at Tórshavnar Býráð skuldi fáa skúlan og aftur fyri skuldi landsstýrið fáa partin hjá kommununi av venjingarskúlanum. Endamálið við tí er at leggja Venjingarskúlan afturat at Fróðskaparsetrinum og at gera ein rættan lestrarbý á Frælsinum.

 

Men tær samráðingarnar eru ikki komnar á mál og enn er óvist, hvat niðurstøðan verður. Annars húsast listafólkasambandið, Lisa, í einum av bygninginum í Hoydølum. Tey hava gomlu gentukostdeildina og onnurt afturat og harvið er lív komið aftur í Hoydalar. Men tað er eingin ítøkilig ætlan um at gera gamla studentaskúlan til eina listaliga miðstøð. Fæst eingin avtala við Tórshavnar Býráð, er ein loysn at víðkað samstarvið LISA, sum so kann fáa studentaskúlan til taks til ymiskt  virksemi.