Samráðingarfólk hjá USA eru látursgjørd. Men tað er bara eitt, sum virkar í spurninginum um Norðurkorea, heldur Trump
Amerikanski politikkurin mótvegis Norðurkorea er skeivur, og tað hevur hann verið í fleiri áratíggju, heldur Trump.
Sambært honum eru amerikonsk samráðingarfólk látursgjørd.
– Forsetar og umsiting teirra hava samráðst við Norðurkorea í 25 ár. Avtalur eru gjørdar, og stórar peningaupphæddir eru goldnar.
– Men tað hevur ikki virkað, skrivaði Trump á Twitte í gjár.
– Avtalur eru brotnar, áðrenn blekkið er tornað. Eg er keddur av at siga tað, men tað er bara eitt er, sum hevði hjálpt.
USA hevur ikki útilokað at brúka hernaðarvald til at tvinga norðurkoransku stjórnina til at stegða við kjarnorkuroyndarspreinginum, og Trump og norðurkoreanski leiðarin, Kim Johg-un, hava hvør í sínum lag hótt við kríggi.
Amerikanski foresetin segði í røðu á ST aðalfunindum, at USA kann verða noytt at útsletta Norðurkorea.
Spenningurin er øktur nógv á koreansku hálvoynni, síðani Norðurkorea 3. september framdi higartil sterkastu kjarnorkuroyndarspreingingina.
Samstundis hevur stýrið síðani august royndarskotið tvær langtrøkkandi rakettir, sum báðar flugu yvir Japan.
Fleiri lond, eitt nú Rusland, hava heitt á amerikanska forsetan um ikki at hótta við kjarnorkukríggi, men í staðin at nýta diplomatiskar miðlar.
Suðurkorea óttast, at Norðurkorea hevur ætlanir um fleiri provokatiónir í sambandi við ársdagin fyri norðurkoreanska kommunistaflokkinum 10. oktober.
Tað kundi eisini verið í samband við kongressina hjá kinesiska kommunistaflokkinum. 18. oktober.
/ritzau/AFP