- Tað er bara landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum býtir fiskikvotur ímillum skip.
Tað ger Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum nú greitt.
Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hann um kvoturnar á Flemish Cap, og um, hvussu tær vórðu býttar.
Eisini Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, hevur spurt um tað sama.
Serliga eru teir áhugaðir í at vita, hvønn leiklut løgmaður hevur havt, tí hann hevur beiggjar, sum hava línuskip. Og tí vilja teir eisini vita, hví kvotan hjá línuskipum er hækkað, og kvotan hjá trolarunum er lækkað.
Men Høgni Hoydal ger greitt, at tað er hann einsamallur, sum avgerð býtið.
Fleiri av spurningunum frá løgtingsmanninum tykjast hava sum fortreyt, at Landsstýrið viðger og tekur avgerðir um at býta kvotur. Hetta er ikki so, tí tað er bert landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum viðger, tekur avgerðir um, og hevur ábyrgdina av hesum sigur Høgni Hoydal.
Men á landsstýrisfundi, kunnaði hann um býtið á Flemish Cap, samstundis sum at hann kunnaði um fleiri aðrar kunngerðir á fiskivinnuøkinum.
- Ongin kvota varð býtt á landsstýrisfundinum, men talan var um kunning, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at Aksel V. Johannesen, løgmaður, fór av fundinum, meðan kunnað varð um kvotuna av Flemish Cap.
- Eg havi fingið upplýst frá løgmanni, at hóast talan bert er um kunning, valdi hann, av tí at hann hevur brøður, ið reka línubátar, at fara av fundinum fyri at tryggja, at ongin kundi reisa iva um hansara leiklut í sambandi við hetta málið, sigur Høgni Hoydal í svarinum til Bjørn Kalsø.
Hann leggur afturat, at kunningin á landsstýrisfundinum hevði onga ávirkan á kvotabýtið.
Hann sigur, at tað var fyri at lætta um trýstið á toska- og hýsustovnarnar undir Føroyum, at kvotan hjá línuskipunum á Flemish Cap varð hækkað, og eisini tað var ein avgerð, hann tók einsamallur, eftir at hetta hevði verið til hoyringar.
- Í samráðingunum við Grønland, eydnaðist at útvega føroyskum skipum 950 tons av botnfiski afturat undir Grønlandi, men tey skulu fiskast við línu.
Síðani varð avtala gjørd við Ísland, har føroyska toskakvotan hjá línuskipum undir Íslandi, hækkar 525 tons.
Málið um at lækka trýstið á toska- og hýsustovnarnar undir Føroyum við at útvega nýggj rættindi í fremmandum sjógvi til línuflotan var sostatt lutvíst rokkið í samráðingunum, sum vóru síðst í árinum.
Og tískil fingu trolararnir eisini ein part av kvotuni á Flemish Cap í ár. Í fjør fingu teir ein triðing, og línuskipini fingu tveir triðingar, men í ár fáa teir ein fjórðing og línuskipini fáa tríggjar fjórðingar.