Tað er deiligt at tey sleppa at spæla aftur

Nú koyra tey á við fullari megi og hesa ferð seta tey eitt serligt met

##med2##

 

Tað er deiligt at tey sleppa at spæla aftur. Tað sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri í Føroya symfoniorkestri, FSO.

 

Annars hevur orkestrið, sum so nógv annað, verið at kalla lagt lamið í sambandi við koronu. Men í kvøld, og í annaðkvøld, fer FSO aftur at hava nýggjárskonsertir og stjórin sigur, at eingi atgongumerki eru aftur – kanska nøkur heilt fá til konsertina í kvøld

 

Hesa ferð seta tey eisini eitt heilt serligt met og tað er, at av teimum 72 tónleikarunum, eru heilir 58 tónleikarnir, føroyingar.

 

Trýst á pílin og hoyr stjóran í FSO greiða frá á FM1 um konsertirar, og um orkestrið