Javnaðarfólk í Vágum eru skelkað av úttalilsum floksformansins í Sosialinum týsdagin 6. januar.
Um Jóannes Ejdesgaard ikki púra er misskiltur í samrøðu við Sosialin, so hevur hann als ikki sett seg inn í málið um fasta sambandið um Vestmannasund.
Løgið skuldi tað verið, um hann ikki visti betur, tí higartil hevur Javnaðarflokkurin verið heitasti talsmaður fyri fasta sambandinum. Javnaðarflokkurin hevur eisini á fleiri fundum viðgjørt spurningin um ta óhepnu støðu, økini uttanfyri mið - Føroyar eru í. Haraftrat hevur flokkurin fingið neyðugar upplýsingar frá Vága Javnaðarfelag, sum sera virkið hevur tikið lut í sakligu viðgerðini í hesum máli.
Tað er ein fundamentalur brølari nú at seta útjaðara partarnar upp í móti hvørjum øðrum. Tí skrivaðu vit til flokkin 3. jóladag, har vit undirstrikaðu akutta tørvin á veruliga bøttum sambandi millum oyggjarnar.
Vit hava argumenterað fyri fasta sambandinum um Vestmannasund sum part í eini varandi samferðsluloysn fyri oyggjalandið Føroyar. Ferjusamband er og verður næstbesta loysnin bæði búskaparliga og tænastuliga.
Vit ivast ikki í, at rætta løtan var júst nú at fara undir boringina, og kundi tí taka undir við Javnaðarflokkinum, at tátan, samgongan gav vágafólki við játtanini í grunn, er undir alt sømiligt mark. Sjálvsagt skuldi neyðug játtan verið sett á fíggjarlógina til undirsjóvartunnilin, so arbeiðið kundi fara í gongd eins og neyðuga útbyggingin av Skopunar havn.
Hetta ljóðar kanska sum ørvitistos. Men vit eru sannførd um, at tað er alneyðugt at fara til verka nú, um vit framvegis vilja, at tað skal vera livandi uttanfyri Havnina.
Tað er ikki annað enn sjálvsagt, at væl av peningi verður játtaður á løgtingsfíggjarlógini til endurnýggingina av samferðsluni.
Undirsjóvartunnilin um Vestmannasund er natúrligur liður í slíkari ætlan. Næsta stigið er fasta sambandið við Norðoyar. Samstundis skal Strandferðslan fáa neyðuga fígging til at røkja sambandið til m.a. Sandoyar og Suðuroyar á ein mannsømiligan hátt.
Gongur útbyggingin av samferðluni ikki skjótari og miðvísari enn nú, so fara ætlanirnar hjá »Færøgruppen« og ávísum centralistiskum føroyingum at vinna frama.
Men tað verður yvir lík Javnaðarfloksins í Vágum, um Føroya Javnaðarflokkur ikki setur full segl fyri at bjarga landi okkara undan slíkari týning. Hetta fær floksleiðslan at vita á fundi í morgin.
Leiðsla floksins kemur á fund við okkum her vesturi mánadagin, og tá vóna vit, at tað, sum skrivað varð í Sosialinum týsdagin, als ikki er hugsan floksins, men ein misskiljing, sum kann koma í eina longri samrøðu við blaðmenn.
Løgið skuldi tað verið, um Javnaðarflokkurin so grundleggjandi hevur broytt støðu í hesum máli.