Tað er ein stór hjálp at hava vinnuna við

Jacob Vestergaard er grundleggjandi ósamdur við løgman um at hava vinnuna við til samráðingar

- Vit hava ikki umboð fyri vinnuna fyri fyri at leggja trýst á okkum. Tað er akkurát tað øvugta.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er grundleggjandi ósamdur við løgmann, tá ið hann segði í Sosialinum mánadagin, at  “tað líkist svartasta ongum, at lobbyistarnir í vinnuni sita við sjálvt samráðingarborðið, tá samráðst verður við onnur lond um fiskiveiðiavtalur og kvotabýti.

 

Løgmaður leggur afturat, at tað er ein mannagongd, sum heilt greitt eigur at broytast.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er slett ikki samdur í hesum.

 

Fyri tað fyrsta sigur hann, at umboð fyri vinnuna sita ikki við samráðingarborðið.

 

Umboðini fyri vinnuna eru uttanfyri samráðingarhølini, saman við umboðum fyri vinnuna fyri tey lond, vit samráðast við.

 

- Tað er sjálvsagt, at vit hava fund við vinnuna, áðrenn vit fara at samráðast fyri at vita, hvat rørir seg í vinnuni og um tað eru serlig viðurskifti, sum gera seg galdandi.

 

- Men tað er sera hent at hava umboð fyri vinnuna nærhendis, tá ið samráðst verður.

 

Tað kunnu altíð ivaspurningar taka seg upp í eini samráðing og eru umboð fyri vinnuna nærhendis, ber til at fáa skjótt og greitt svar upp hesi ivamálini.

 

- Onkuntíð hevur tað eisini verið sera hent at havt umboð fyri vinnuna tøka at kalla inn til samráðingar at greiða mótpartinum frá, hvørja beinleiðis ávirkan, ávísar treytir frá mótpartinum hava á vinnuna.

- Tað ger trupulleikan nógv greiðari og nógv meiri ítøkiligan fyri mótpartin at skilja.

 

Jacob Vestergaard sigur, at  tað er sera hent at hava umboð fyri vinnuna við at spyrja til ráðs, so vit, sum samráðast, ikki koma aftur við tí bera pappírsfiski, sum hann málber seg.

 

- At umboð fyri vinnuna eru við, føli eg ikki sum eitt trýst. Tvørturímóti er tað ein stór hjálp, sigur Jacob Vestergaard.

 

Hann leggur afturat, at tað er eisini hent, at vinnulívsfólk úr ymsum londum hittast og fáa tosa beinleiðos um ymisk viðurskifti

 

Les eisini: Vinnan skal ikki við til samráðingar