Tað er ein verð uttan fyri tinggáttina

- Eg eri ikki útbúgvin handverkari, men eg havi smíðað nógv, og hetta hevur mær altíð dámt sera væl, sigur Brandur Sandoy.

 

- Eg fari ikki at binda meg til nakað beint nú, men fari at hjálpa til í eina tíð, sigur Brandur Sandoy.

Tað er ikki neyðugt at sita hendur í favn fyri tað, um tú ert dottin út úr løgtinginum, soleiðis sum Brandur Sandoy er, nú Fólkaflokkurin hevur fingið tvey nýggj landsstýrisfólk, sum ikki vóru partur av tingmanningini. 

Sum varafólk á Føroya løgtingi fært tú onga løn við tær, tá tú fert úr tinginum, og soleiðis heldur lønargjaldingin upp at í somu løtu, sum tú ert úti. 

Soleiðis er hjá Brandi Sandoy, og soleiðis er eisini hjá Anniku Olsen.

Men, longu í morgun fór Brandur Sandoy aftur til arbeiðis at hjálpa einum timburmeistara, Niels Johannesi Tjaldrastein, sum byggir eini sethús í nýggju útstykkingini á Sandi.

- Eg eri ikki útbúgvin handverkari, men eg havi smíðað nógv millum ár og dag, bæði saman við øðrum og sum sjálvstøðugur, og hetta hevur mær altíð dámt sera væl. Hetta er ikki sum í politikki, sum ofta krevur nógv tol, tí her sært tú nøkur úrslit beinanvegin.

Hóast Brandi Sandoy dámar væl at smíða, hevur hann fyribils ikki bundið seg til nakað longri tíðarskeið í hesum yrki. Hann fer ikki at binda seg beint nú, men fer at hjálpa Niels Johannesi í eina tíð, sigur hann. 

Umframt at hava verið í løgtinginum og borgarstjóri í Sands kommunu í fleiri ár, er Brandur Sandoy eisini bóndi í Skemmugarðinum. Her hevur familjan 220 ær, umframt einar 50 hornaseyðir. At kalla alt verður gagnnýtt - eisini blóðið.

 

Í heyst tóku tey alt blóðið, sum verður gjørt til blóðpylsu og selt.

 

Brandur Sandoy vísir á, at hevur tú eitt áseyðatal, sum eitt nú Skemmugarðurin hevur, eigur tú at síggja hetta sum eitt tilfeingi, tú eigur at gagnnýta sum best.

- Sonurin, Pauli, er í ferð við at yvirtaka festið, sum hevur verið í familjuni í mong Harrans ár, og eg fari sjálvsagt at hjálpa honum at menna landbrúkið enn meira, sigur fyrrverandi borgarstjórin og løgtingsmaðurin, sum arbeiðir við einari verkætlan um at menna Skemmugarðin.

- Nú verður tað ikki politikkur, men rullupylsur og blóðpylsur, sigur Brandur Sandoy brosandi.

Fyrrverandi løgtingsmaðurin hevur eisini góðan glastrevjabát við útgerð og fiskiloyvi, og honum dámar væl at flóta, tá løturnar eru.

Spurdur, um hann er komin niður aftur á jørðina eftir tað, sum hendi í Fólkaflokkinum í síðstu viku, og at hann síðan valdi at siga limaskapin í flokkinum upp, sigur hann soleiðis:

- Eg havi ongantíð verið upp frá av tí, sum hendi, men eg havi verið púrasta avkláraður við mína persónligu støðu. Hetta kundi eg ikki liva við, og eg angri ikki ta niðurstøðu, eg kom til við at melda meg úr Fólkaflokkinum. Síðan eg tók avgerðina, havi eg fingið nógvar afturmeldingar, og eingin hevur verið negativ, sigur Brandur Sandoy, fyrrverandi løgtingsmaður.

 

- Eg fari ikki at binda meg til nakað beint nú, men fari at hjálpa til í eina tíð, sigur Brandur Sandoy.