Tað er jóansøka á Tvøroyri, har TB í bestu deildini í kvøld fer at spæla landskappingardyst ímóti EB/Streymi.
Á Vágseiði spældi FC Suðuroy í næstbestu deildini tíðliga seinnapartin ímóti teimum næstbestu hjá HB. FC Suðuroy vann 3-2, og sigurin ber við sær, at FC Suðuroy hevur sama stigatal sum KÍ, ið hevur verið næstaftast við 12 stigum. Tað eru fýra stig fram til B36 og EB/Streym.
HB setti hol á í 14. minutti. Eftir tvey horna úr vinstru vóru eftiransingarnar hjá heimamonnunum ikki so góðar, og so endaði tað við, at Sunday Oche Oden við handara stólpa og úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið.
Fýra minuttir seinni svaraði FC Suðuroy aftur. Salmundur Bech trillaði eitt sindur úr høgru bóltin fyri føturnar á Fríða Holm, sum var púra leysur, tá ið hann mitt fyri málinum stýrdi bóltin framvið Bjarta Vitalis Mørk og so var 1-1.
Tá ið ein hálvur tími var farin, var Fríði Holm aftur upp á spæl. Heimamenninir vunnu bóltin á egnari hálvu, Salmundur Bech sendi langt fram í høgru til Christian Gullermo Njøten, sum legði upp á tvørs til Fríða Holm, ið var leysur, tá ið hann mitt fyri málinum takkaði fyri og setti bóltin í málið. Nú hevur 18 ára gamli Fríði Holm skorað fimm mál.
Tíggju minuttir undan steðginum javnaði HB til 2-2. Tað varð spælt fram eftir miðásinum og í brotsteigin, har Jógvan Petersen sneiddi seg leysan og úr stuttari fjarstøðu setti bóltin framvið Rana Nolsøe Johannesen í heimamálinum.
Tá ið ein tími var farin, skoraði Salmundur Bech sigursmálið fyri FC Suðuroy. Heimaliðið vann fríspark á miðstrikuni. Bólturin varð lagdur inn um sera uttarlaga staddu HB verjuna, sum vildi hava hjálpardómaran at bríksla fyri rangstøðu. Tað gjørdi hann ikki, og so sendi Salmundur Bech bóltin í stólpan, og tá ið returbólturin stakk aftur út í brotsteigin, var Salmundur fyrstur á og stýrdi við høvdinum bóltin í málið. Salmundur Bech hevur skorað seks mál og er toppskjútti hjá FC Suðuroy.
Heimamenninir stórfegnaðust um sigurin ímóti HB, sum hevði væl fleiri hornaspørk, men sum ikki megnaði at vinna nóg stóra úrtøku. Hetta var fyrsti sigur hjá FC Suðuroy síðani 8. mai, tá ið talan var um 2-1 heimasigur ímóti EB/Streymi.
FC Suðuroy og KÍ eru aftast við 12 stigum. HB er á sætta plássi við 18 stigum.
Í fyrsta umfari eftir summarsteðgin skal FC Suðuroy 27. juli spæla á útivølli ímóti EB/Streymi, og HB skal 26. juli spæla á heimavølli ímóti B71.