Tað er fullkomiliga hol í høvdið

Tað er ómøguligt hjá okkum at lækka skattin


Tað er ómøguligt hjá kommununum at lækka skattin.

Tað staðfesti Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum.

Annars hava bæi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Jákup Mikkelsen, formaður fyri Fólkaflokkin á tingi, gjørt greitt, at tað ber ikki til at lækka landsskattin hjá fólki við lágum- og miðalinntøkum, av teirri einføldu orsøk, at tey rinda at kalla ongan landsskatt.

So skulu tey hava skattalætta, mugu tað vera kommunurnar, sum lækka skattin hjá teimum.

 

Les eisini: Fólk við læri inntøkum fáa ongan skattalætta

 

 Men tað er heilt ómøguligt, sigur Heðin Mortensen.

Hann vísir á, at samgongan kann ikki bæði áleggja kommunum at røkja krevjandi og dýrar uppgávur, og biðja tær veita skattalætta samstundis.

Hann vísir á, at kommunurnar eru í ferð við at yvirtaka eldraøkið.

- Gaman í fylgir peningur við frá landinum, men enn vita vit ikki um tað stendur upp og niður, so tað er er fullkomiliga hol í høvdið at tosa um, at kommunur skulu lækka skattin.

 

Heðin Mortensen sigur, at skulu kommunurnar veita skattalætta, mugu tær fáa endurgjald fyri missin frá landinum.

- Landið krevur okkum at rinda bæði eitt og annað og tað ber ikki til, samstundis sum vit skulu lækka skattin.

- Tað merkir at skulu vit veita skattalætta, mugu vit eisini fáa part av inntøkunum hjá landskassanum.

 

Formaðurin í Kommunufelagnum vísir á, at kommunurnar rinda landskassanum mvg. Tað kundu tær sloppið undan.

Kommunurnar kundu eisini fingið ein part av gjaldinum, alivinnan rindar í landskassan fyri loyvini at ala og ein part av tilfeingisgjaldinum, uppsjóvarvinnan rindar í landskassan.

- Tað er kravt av kommunum, at tær skulu leggja vatn og syrgja fyri atløgubryggjum til alibrúk og annað vinnulív. Men vit fáa ongar av teimum útreiðslunum endurgoldnar, samstundis sum allar inntøkurnar fara í landskassan.

- Høvdu kommunurnar fingið ein part av tí, alivinnan og uppsjóvarvinnan rindar í skaati og avgjaldi av ymsum slagi, hevði verið gamaní at lækka skattin.

Tað ber væl til at marka tað, kommunurnar fáa til skattalætta, so vissa fæst fyri, at pengarnir veruliga verðua brúktir til skattalætta, leggur hann afturat

- Tað ber ikki til hjá kommununum at lækka skattin við teimum inntøkum, vit hava ídag, tí veruleikin er, at vit vita ikki rættiliga, hvar vit flóta fíggjarliga, nú vit skulu yvirtaka eldraøkið, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.