Tað er hopleyst at fáa nakran lækna at søkja

Men nú fara tey at gera eina roynd afturat

Tað vísir seg at vera ringt at fáa útlendskar serlæknar at søkja starv á Landssjúkrahúsinum. Og tað vísir seg at vera næstan hopleyst at fáa nakran serlækna í eldrasjúku, at koma til Føroyar.

 

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Tordur Niclasen, sum hevur hevur havt sæti á Løgtingi fyri Miðflokkin, hevur spurt hann, hvussu tað gongur at fáa ein serlækna í geriatri, ella eldrasjúkum, til Føroya.     

 

Landsstýrismaðurin sigur at Landssjúkrahúsið hevur játtan til serlækna í eldrasjúkum í hálva tíð. Í 2015 varð ein serlækni í eldrasjúkum á Landssjúkrahúsinum í nakrar mánaðir, men síðani hevur eingin verið  Hann sigur, at sum heild er tað ringt at fáa serlæknar í fast starv, og tað er uppaftur verri at fáa fatur á einum serlækna í eldrasjúkum.

 

Í Sjúkrahúsverkinum vita tey ikki um nakran føroying, ið er serlækni í eldrasjúkum, og tað hevur víst seg at verða nærum vónleyst at fáa nakran serlækna at søkja eitt starv á økinum í Føroyum, sigur hann.  Men hann leggur afturat, at sjúkrahúsverkið fer at gera eina nýggja roynd í næstum, tá ið tey fara at lýsa eftir einum serlækna í eldrasjúkum. Landssjúkrahúsið samskiftir eisini við sjúkrahús um at vera við í útbúgvingarstørvum í eldrasjúkum, soleiðis at ein lækni kann fara undir útbúgving í eldrasjúkum  á Landssjúkrahúsinum, og so gera seg lidnan í Danmark.

 

Sum heild er tað ringt at fáa yngri læknar at útbúgva seg til serlækna í eldrasjúkum – og so er útlitini til at arbeiða sum einsamallur serlækni í eldrasjúkum í Føroyum, ikki lokkandi.

 

– Sostatt ber ikki til at siga, nær vit fáa serlækna í eldrasjúkum, men arbeitt verður við málinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.