– Lat okkum semjast um, at tað er ikki ílagi at koyra ov skjótt. Tað sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.
Nú eru tey farin undir eitt nýtt átak fyri at fáa okkum at taka fótin av speedaranum. Og helst er tað tiltrongt, tí kanningar vísa, at alt ov nógvir bilførarar koyra altíð - ella í hvussu so er rættiliga ofta - ov skjótt. Men tað løgnasta er, at hetta er ikki nakað, bilførarar skammast av, ella royna at fjala, tí næstan øll halda, at tað er í fínasta lagi at koyra eitt sindur ov skjótt.
Næstan ongin heldur at tað er í lagi at koyra við kenning og næstan eingin heldur, at vit ikki skulu sita í trygdarbelti tá ið vit eru í bili.
Men næstan øll halda, at tað er í fínasta lagi at koyra eitt sindur ov skjótt. Nógv halda, at ferðmarkið er bara vegleiðandi, ella kanska enntá ein minstaferð.
Lovisa Petersen Glerfoss minnit kortini á, at tað eru ikki bara teir bilførarar, sum koyra púra ørt, sum elva til álvarsamar ferðsluvanlukkur.
Ferð drepur og orsøkin til tær flestu vanlukkurnar, er, at ferðin hevur verið ov nógv. Men stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd sigur, at í allarflestu førum koyrdu bilarnir bara eitt sindur skjótari enn loyvt var. Tað var altso ikki tí at teir koyrdu púra ørt, at vanlukkan hendi, tí talan er um púra vanligar bilførarar.
Tí fer Ráðið Fyri Ferðslutrygd nú undir eitt átak fyri at fáa bilførarar at hugsa um, hvussu skjótt teir koyra og í hesum sambandi fer løgreglan eisini at gera serliga nógv burtur úr at gera ferðmátingar hesa næstu tíðina. Hon heldur, at tað er ein hugburðsbroyting sum krevst – og hon heldur fyrsta stigið er, at vit fara at tosa um tað, heldur hon.
– Vit vita, at tá revsingin verður herd, ávirkar tað okkara atburð, men tað krevst eisini ein hugburðsbroyting, sigur stjórin í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.
Og ein kanning vísir eisini, at rættiliga nógv av teimum, sum koyra ov skjótt siga eisini, at tey hava verið við í óhappum, ella hava verið í vanda fyri at vera við í óhappum, so tað er skjótt, at tað kann verða ein galin endi.
Í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd hava tey eisini nøkur góð ráð til teir bilførarar, sum hava lyndi til at koyra ov skjótt.
Fylg við hámarksferðini
Verður tú steðgað/ur av løgregluni, nyttar ikki at umbera teg við, at tú ikki visti, hvussu skjótt tú kundi koyra.
Hámarksferðin er eisini galdandi, tá tú yvirhálar
Minst til, at tað altíð er ein váði, tá tú yvirhálar. Koyrir bilurin framman fyri tveir kilometrar seinni enn tú, er betur at lata vera at yvirhála.
Far heimanífrá í góðari tíð
Umframt at tú fært ein nógv tryggari túr, kemur tú eisini fram uttan strongd. Tað týdningarmesta er ikki nær tú kemur fram, men at tú kemur fram.
Fylg við ferðmálaranum
Áðrenn tú veitst av, koyrir tú skjótari enn tú grunar – so minst til at fylgja við.
10 km/t ov skjótt sparir tær ikki tíð
Í einum lítlum landi sum Føroyum sparir tú ímillum sekund og fáar minuttir við at koyra skjótari, enn loyvt er. Minst til, at tey spardu sekundini standa ikki mát við váðan!
Vegur og veður
Koyr altíð eftir umstøðunum. Vegur og veður hava stóra ávirkan á, hvussu skjótt tú kanst koyra.
Brúka ferðpilotin
Hevur tú ilt við at halda hámarksferðina, kann tað vera góð hjálp at brúka ferðpilotin.
Hámarksferðin er eisini galdandi fyri nýggjar bilar
Tó at tú hevur stoytkoddar og aðra nútímans trygdarútgerð, skalt tú ikki halda, at hon tryggjar teg móti vanlukkum. Í nýggjum bilum hoyrist lítil gangur av motori, veðri og vegi, og verri verður at varnast ov høgu ferðina.
Koyr sinniliga og varðveit yvirlitið
Hygg at vegnum og ferðsluni og koyr róliga røttu megin hámarksferðina. Umframt at koyra tryggari, ansar tú samstundis eftir umhvørvinum og sparir pening.
Vel røttu síðuna av hámarksferðini tí tað skal so lítið til, siga tey í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.