Tað er ikki heiðurin, sum drívur Jonhard

Jonhard Hansen er heiðraður tvær ferðir seinasta hálva árið fyri sítt sjálvbodna arbeiðið fyri NSÍ

Í oktober í fjør útnevndi Venjarafelag Føroya Jonhard Hansen, sum mong nevna "Mr. NSÍ" at verða "Ársins eldsál 2013". Kring allar Føroyar var stór semja um, at tann ídni og hugagóði Jonhard Hansen hevði hendan heiðurin væl uppibornan.

 

Mikukvøldið í farnu viku valdi NSÍ eisini at heiðra Jonhardi Hansen, tá felagið hevði aðalfund. 

 

Jonhard er glaður fyri heiðurin, men hann staðfestir, at tað er ikki heiðurin, sum drívur verkið. Hann fegnast um menningina í NSÍ, og hann hevur góðar vónir um, at effoliðið hjá NSÍ fer at standa seg væl í ár, men Jonhard ásannar, at talan verður um eitt hart kappingarár við nøkrum grannauppgerðum í Eysturoynni.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra samrøðuna, sum var við Jonhard Hansen í seinnapartssendingini, sum Rás2 sendir úr Runavíkar kommunu.