Tey, sum hava koyrt eftir Marknagilsvegnum og Vestara Ringvegi í morgun og í dag, hava varnast at okkurt gráligt liggur á vegnum – og tey hava eisini lagt til merkis, at tað dálkar bilarnar illa. Men tað er ikki so ringt, sum tað sær út til, sigur Jóhannes Arge á rakstrarstøðini hjá býráðnum.
Talan er heldur ikki um eitt óhapp av nøkrum slagi. Hann sigur, at støðan er tann, at tey hava forseglað Marknagilsvegin og Ringvegin. Vegirnir vóru slitnir, so fyri at bøta um tað, er bitumen lagt niður á vegin. Men tað er rættiliga hált at koyra á og tí verður fínur sandur stroyddur út yvir fyri at bilar skulu glíða. Talan er um sand, sum er so fínur, at hann fýkur burtur, beinanvegin tað er eitt sindur turt. Men í nátt og í dag hevur støðan verið tann, at tað hevur regnað eitt sindur, og tí verður sandurin liggjandi. Men beinanvegin tað verður turt, fýkur hann av vegnum, sigur Jóhannes Arge. Men fer tað ikki burtur nú, der ein feiubilur eftir tí, leggur hann afurat
Hann sigur, at hóast sandurin dálkar bilarnar, ger hann ongan skaða. Men veruleikin er eisini tann, at bilar koyrdu eftir vegnum, áðrenn hann var opin aftur, og tað, sum er komið á teir bilarnar, er verri at vaska av aftur. Hann sigur, at verður tað turt, fær eitt strekki av vegnum Yviri við Strond, sama umgang nú. Talan er um strekkið frá Skansanum út á tyrlupallin. Av tí sama verður vegurin stongdur frá klokkan 18 í annaðkvøld til hósmorgunin – so Jóahnnes Arge sigur, at er sandur á vegnum hósmorgunin, vita bilførarar, hvat tað er. Men hann heitir samstundis á bilførarar sum ikki at koyra eftir vegnum fyrr enn hann er opin aftur fyri ferðslu.
##med2##
##med3##