Tað er lítið til – men prísurin er farin til himmals

Tann lítli fiskurin er at kalla púra burtur – og reiðari veit ikk um tað er eitt gott tekin

Orð og myndir: Dávur Winther

##med2##

 

Tann fyrsta september vórðu nakrar leiðir undir Føroyum lætnar upp aftur, men treytin fyri at fara hagar, er, at trolararnir brúka skiljirist. Ingi Hansen, útgerðarmaður hjá Faroe Origin, sum hevur fleiri partrolarar, sigur í tíðindunum á FM1, at tað hevur verið meiri at fáa, men teir hava verri enn so havt tann fiskiskapin, teir høvdu væntað.

 

Men har aftur ímóti vísir tað seg, at fiskurin er væl størri enn teir eru vanir við. Tað er lítið til at toski, at úrslitið av tí, er, at prísurin er farin til himmals og Ingi Hansen sigur eisini, at tað er eftirspurningur eftir toski allastaðni.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr útgerðarmannin greiða frá fiskiskapinum á teimum leiðunum, sum nú eru lætnar upp aftur

 

 

 

Orð og myndir: Dávur Winther