Føroyingar eiga nú fleiri frystilínuskip. Í løtuni eru seks í Eysturgrønlandi og tvey undir Føroyum. Myndin er av Kambi, sum kom í fiskiskipaflotan fyri skipið, sum nú er heimahoyrandi í Vestmanna.

Tað er lítil húkaveiða undir Føroyum í løtuni

Bæði ísfiskalínuskip og útróðrarbátar, sum fiska við línu, hava smáligan fiskiskap.

Føroyingar eiga nú fleiri frystilínuskip. Í løtuni eru seks í Eysturgrønlandi og tvey undir Føroyum. Myndin er av Kambi, sum kom í fiskiskipaflotan fyri skipið, sum nú er heimahoyrandi í Vestmanna.

Tvey ísfiskalínuskip eru til fiskiskap í løtuni. Annað er eitt av teimum størru skipunum, og hitt er eitt av teimum smærru.

- Skipini fáa mest av toski, hýsu og longu, men fiskiskapurin er smáligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

Umframt ísfiskalínuskipini, eru eisini seks frystilínuskip í Eysturgrønlandi, og tvey eru undir Føroyum.

- Streymurin batnar, sum næsta vika gongur, og útlit eru til, at veðrið verður brúkiligt.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey tí nakað av útróðri, men fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum er smáligur í løtuni.