Myndin er tikin á bryggjuni í Skopun í morgun, har onkrir útróðrarbátar loystu. Í Skopunarfirði lógu eisini bátar. Men, sambært Fiskamarknaði Føroya er fiskiskapurin hjá útróðrarbátum smáligur.

Tað fæst lítið av útróðrarfiski

Í løtuni eru fleiri línuskip til fiskiskap, harav trý frystilínuskip eru á Føroyabanka, har tey eiga átta fiskidagar hvør.

 

Myndin er tikin á bryggjuni í Skopun í morgun, har onkrir útróðrarbátar loystu. Í Skopunarfirði lógu eisini bátar. Men, sambært Fiskamarknaði Føroya er fiskiskapurin hjá útróðrarbátum smáligur.

Í sínari meting um ráfiskanøgdir í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag, at eitt ísfiskalínuskip er vestan fyri og fiskar tosk og svartkalva, og tvey eru eystan fyri og fáa mest av longu.

 

Í løtuni eru trý frystilínuskip á Føroyabanka, og her leiga skipini átta fiskidagar í part í ár. Fimm frystilínuskip fiska á ytri leiðum í føroyskum sjógvi, og tvey fiska í íslendskum sjógvi. 

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin harðnar, sum vikan gongur. Fyrst í vikuni verður ikki útróðrarveður, men veðrið batnar, sum næsta vika gongur.

 

- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur. Meginparturin av veiðini er hýsa, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.

 

 

 

 

 

Myndin er tikin á bryggjuni í Skopun í morgun, har onkrir útróðrarbátar loystu. Í Skopunarfirði lógu eisini bátar. Men, sambært Fiskamarknaði Føroya er fiskiskapurin hjá útróðrarbátum smáligur.