Einkarrætturin hjá Rúsuni at innflyta øl og vín, skal takast av. Tað halda tey í Framsókn. Og tey halda eisini, vanligir handlar skulu fáa øl og vín at selja. Tey halda somuleiðis, at matstovur og skeinkistøð skulu sjálvi sleppa at innflyta øl og vín. Her hugsa tey um vín, sum er upp til 22 prosent og sum vanliga verður drukkið afturvið mati.
Og nú hava tey eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um hetta so nú skal Løgtingið taka støðu til málið. Teir báðir tinglimirnir í Framsókn, Ruth Vang og Bjarni Kárason Petersen, halda, at Rúsan hoyrir eini farnari tíð til og at tíðin nú er búgvin til at vit fáa eina tíðarhóskandi rúsdrekkkalóg.
– Núverandi lóg, sum er frá 1992, hevur tænt sínum endamáli, og tað hevur víst seg, at drekkivanarnir eru munandi broytti síðani Rúsan varð sett á stovn. Síðan hon varð sett á stovn, er nýtslan ikki vaksin, sum nógv annars stúrdu fyri. Hinvegin er drekkimentanin broytt til tað betra, tí nú keypa fólk í nógv størri mun øl og vín, enn tey keypa brennivín. Vit eru farin frá at keypa nøgd til at keypa dygd, siga tey í Framsókn.
– Fólk vilja hava frælsi til sjálvi at útvega sær øl og vín, uttan at verða sett undir fyrisiting. Men enn snýr tað seg um at keypa ríkiligt inn undir seg, tá ið ein nú er komin í Rúsuna, halda tey í Framsókn.
– Verður øl og vín ístaðin at fáa til keyps í matvøruhandlum, sum ein partur av dagliga tørvinum, broytist keypshátturin og hugburðurin samsvarandi. Tað hoyrir ongastaðni heima, at vaksin fólk skulu viðfarast sum ómyndug børn, og eru sett undir formyndarí, siga tey bæði tingfólkini fyri Framsókn.
Ofta verður sagt, at skulu handlar selja rúsdrekka, fer úrvalið at minka, tí teir fara bara at selja tey sløgini sum ganga væl. Men tey í Framsókn eru ikki samd, tí tey halda, at handlar fara at spíla seg út at hava eitt stórt úrval.