Tað er ov nógv gass í pylsuni

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar um, at bakteriur og soppur kunnu vera í pylsuni

Aftur í dag ávarar Heilsufrøðiliga Starvsstovan ímóti matvøru, sum er at fáa í Føroyum. Hesa ferð er tað ein pylsa, sum er vanligur viðskeri, nevniliga  »Den lette frikadellepølse« frá 3Stjernet.

 

Orsøkin til ávaringina er, at gass verður gjørt í pakkunum og tað bendir á, at, at mikroorganismur eru í pylsuni, tað kunnu vera bakteriur ella soppur, og tí er hon ikki mannaføði.

 

Talan er um »Den lette frikadellepørlse« Nettovektin er 110 grann og hon er best fyri 29. september í ár

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan heitir tí á fólk, sum kanska liggja inni við hesi pylsun, um at koyra hana í skrell, ella at bera hana aftur í handilin, haðani hon er keypt.