Tað er sjáldan at tað gongur so skjótt

Í morgin fer Løgtingið at samtykkja fíggjarliga hjálp til tey, sum eru ringast fyri

Tá ið viljin er til staðar, ber til at arbeiða skjótt

Málið um at lata fíggjarliga hjálp til tey, sum eru ringast fyri, verður skundað ígjøgnum Løgtingið sum sjáldan fyrr.

 

Løgtingið hevur tvey uppskot um fíggjarliga hjálp at taka støðu til, eitt frá samgonguni og eitt frá Sambandsflokkinum.

 

Bæði uppskotini vóru til viðgerðar í Løgtinginum mikudagin og síðani vórðu tey beind í Trivnaðarnevndina.

 

Hon legðist ikki á boðini og longu hósdagin varð málið avgreitt í Trivnaðarnevndini, og har varð tað greitt, at nevndin tekur einmælt undir við uppskotinum frá samgonguni.

 

Sosatt er málið longu greitt hjá Løgtinginum at taka endaliga støðu til, og tað verður í morgin, at tað verður samtykt fyrstu ferð.

 

Fyri at verða endaliga samtykt skal tað samtykkjast einaferð afturat og tað verður uttan iva fyrsta dagin at tað verður gjørt. Tað er heldur ikki óhugsandi, at tað verður endaliga avgreitt beinanvegin.

 

Tá ið samgongan hevði lagt eitt uppskot fram, varð tað ongantíð væntandi, at uppskotið frá Sambandsflokkinum fór at verða samtykt og tað er eisini greitt nú, at tað fer burtur ímillum.

 

Endamálið við hesi fíggjarligu hjálpini er at minka um ringastu avleiðingarnar av príshækkingunum, sum hava verið hetta síðsta árið.

 

Í hesum sambandi kunnu húski við lágum inntøkum, og sum heldur ikki hava ognir av týdningi, fáa ein fíggjarligan stuðul upp á 12.000 krónur, sum verður útgoldin eina ferð.

 

Men harumframt hækkar vanliga familjuískoytið eisini 750 krónur um mánaðin fyri hvørt barnið, frá 1. juni til 31. desembur í ár.

 

Kreppuhjálpin í fjør hjá undanfarnu samgongu, varð kallaður oljustuðul og hann var treytaður av, at fólk høvdu oljufýr.

 

Tað var funnist at hesum, tí tað avmarkaði møguleikarnar hjá fólki, sum búgva til leigu, at fáa hjálp. Og tey, sum høvdu hitapumpu, kundu heldur ikki fáa hjálp, sama hvussu illa fyri tey annars vóru.

 

Tí verður tað ikki soleiðis hesa ferð, at tað bara eru tey, sum hava oljufýr, sum kunnu fáa hjálp. 

 

Øll sløg av húskjum kunnu søkja um hjálparískoyti. Einastu treytir er, at inntøkan, og ognirnar, skulu ikki vera ov stórar.

 

–  Tað er sostatt ikki ein treyt fyri at fáa hjálp hesa ferð, at húskið skal hava børn ella búgva í bústaði, ið er upphitaður við olju.

 

Tey sum kunnu fáa stuðul eru.

 

– Er ein vaksin í húskinum, skal inntøkan vera undir 290.000 krónur um árið.

 

– Eru tvey, ella fleiri, vaksin í húskinum skal inntøkan ikki fara upp um 440.000 krónur um árið, tilsamans.

 

– Eru eitt, ella tvey, vaksin í húskinum skulu tey ikki eiga meiri enn 50.000 krónur, tilsamans.

 

– Eru trý, ella fleiri, vaksin, skulu tey ikki eiga meiri enn 70.000 krónur, tilsamans.

 

Men nú er eitt undantak, og tað er, at eru tað ung fólk, undir 23 ár, ið búgva heima hjá foreldrunum, kunnu tey eisini eiga upp til 50.000 krónur - uttan at tað verður talt upp í ognina, tá ið metast skal um um tey hava rætt til stuðul.

 

Í fjør vóru tað onkur húski, sum ikki kundu fáa stuðul, hóast tey annars høvdu lítið og einki at liva av. Orsøkin var, at eitt barn, sum var 18 ár, búði heima, men tað hevði eina barnauppsparing upp á 50.000 krónur. 

 

Avleiðingin av tí var, at ognirnar hjá familjuni fóru upp um markið – og so varð umsóknin havnað.

 

Tá ið viljin er til staðar, ber til at arbeiða skjótt