Tað er skelkandi at verða sligin og sparkaður

Lærarar venda sær til Lærarafelagið, tí teir hava verið fyri harðskapi í skúlanum, onkuntíð frá blaðungum næmingum

 

Vit hava varhugan av, at tað vindur meiri og meiri upp á seg, at føroyskir lærarar eru fyri harðskapi, og hóttanum um harðskap, ímeðan teir eru til arbeiðis í skúlanum.

Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.

 

Hann sigur, at lærarar venda sær til Lærarafelagnum, tí teir hava verið fyri harðskapi í skúlanum, onkuntíð frá blaðungum næmingum.

- Teir vilja hava at vita frá felagnum, hvat teir skulu gera, tí tað er altíð skelkandi at verða fyri harðskapi.

 

Men nú hevur Lærarafelagið tikið stig til at gera eina skipaða mannagongd fyri, hvussu lærarar skulu bera seg at, tá ið teir hava verið fyri harðskapi.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr formannin í Lærarafelagnum greiða frá.