- Hetta er heilt fantastiskt. Tað er so stórt, at vit kunnu ikki tosa um tað.
Tað sigur Katrin Abrahamsen, sum var høvuðssamskipari, nú HM í estetiskum fimleiki
Heimsmeistaraheitið í estetiskum fimleiki varð fyri fyrstu ferð í Føroyum um vikuskifti, og eydnaðist ótrúliga væl.
Hetta er størsta ítróttartiltak í Føroyum síðani Oyggjaleikirnir vóru her í 1989, og næstan 500 fimleikarar úr 13 ymiskum tjóðum, vóru við.
Hetta er somuleiðis størsta uppgávan, Fimleikasambandið higartil hevur tikið á seg. Men tað gekk avbera væl.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr ein ógvuliga fegnan høvuðssamskipara greiða frá