Eg haldi, at tað er sterkt, at tað nú er semja í formansskapinum í Løgtinginum um at geva løgmanni, og Kára P. Højgaard, eina átalu í part í samband við leiklut teirra í málinum um Eysturoyartunnilin.
Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður.
Eftir av hava viðhjørt málið í tríggjar dagar, er formansskapurin loksins samdur um, at úrslitið av kanningini hjá Gammeltoft um Eysturoyartunnilin, skal vera, at teir báðir fáa eina átalu í part.
Átalurnar eru ikki líka harðar hjá báðum, men løgtingsformaðurin sigur, at málið er ikki alment fyrrenn løgtingið kemur saman.
Páll Á Reynatúgvu vil hava Løgtingið saman beinanvegin, men tí ynskinum gongur Jógvan á Lakjuni ikki á møti
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví hann ikki gongur ynskinum á møti, og hvat hann annars hevur at siga, nú formansskapurin í løgtinginum hevur tikið eina støðu.