Tað er stórur dagur á Tvøroyri

Elsta ítróttarfelagið í landinum hevur í dag 130 ára stovningardag

Tvøroyrar Bóltfelag er elsta ítróttarfelag í Føroyum. Tað var 13. mai í 1892, at Tverå Boldklub, sum tað tá varð nevnt, varð stovnað. Tí eru tað í dag 130 ár síðani, at fyrsta ítróttarfelagið í landinum sá dagsins ljós. Stigtakari var Poul Effersøe.

 

Dagurin verður markeraður bæði í dag og í morgin. Landskappingardysturin ímóti næstbesta HB liðnum verður við Stórá klokkan 13, og tað verður ókeypis atgongd, boðar TB frá. Stóri dagurin verður markeraður klokkan 12.30, tá ið tað verður skrúðgonga frá høllini og vestur á vøllin. TB sangurin verður at hoyra undir skrúðgonguni.

 

Spælt verður um steyp, og TB bjóðar lagkøku, ein drekkamunn fyri bæði stór og smá, og i húsinum við Stórá verður TB blað at fáa.

 

Hátíðarhaldið heldur fram í miðbýnum í kvøld. Frá klokkan 18 verður tónleikur, og TB bjóðar í føðingardag í teltinum. Klokkan 19.30 verður felagssangur, røður verða hildnar, og tað verður tónleikur.

 

Hesa løtuna vera eisini handað heiðursskjøl til allar teir, sum í TB búnanum hava verið við til at vinna FM gull. TB hevur vunnið sjey FM heiti – í 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980 og 1987.

 

Leygarkvøldið verður 130 ára stovningarveitsla í høllini í Trongisvági.