Tað er trýst á NSÍ

Víkingur hevur ikki tapt níggju tær seinastu ferðirnar

Klokkan 19 í kvøld verður grannauppgerð í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av NSÍ.

 

Víkingur er næstfremst við 31 stigum fyri 14 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 27 stigum fyri 15 dystir. Málið hjá báðum liðunum er í fyrstu atløgu at vinna atgongumerki at taka lut í europeiskum kappingum. Møguleikin er at vinna í hvussu so er fjórða plássið ella steypafinaluna.

 

NSÍ er trý stig frammanfyri B36, sum í morgin fær vitjan av TB, og sum hevur spælt ein dyst førri enn NSÍ.

 

Nógvu tær seinastu ferðirnar hevur tað gingið sum eftir ánni hjá Víkingi, sum níggju tær seinastu ferðirnar hevur vunnið úrtøku – sjey sigrar og tveir javnleikir.

 

Hjá NSÍ hevur tað verið eitt sindur meiri upp og niður. Síðani 1-1 á heimavølli ímóti Víkingi 28. apríl, hevur NSÍ vunnið fýra dystir, tvær ferðir spælt javnt og tapt 3-0 ímóti KÍ og 2-1 ímóti EB/Streymi.

 

Í seks innanhýsis dystum millum fimm tey fremstu hevur NSÍ vunnið ein (4-2 á heimavølli ímóti B36), spælt tveir javnar (0-0 á heimavølli ímóti HB og 1-1 á heimavølli ímóti Víkingi) og tapt tríggjar (2-0 á útivølli og 3-0 á heimavølli ímóti KÍ og 5-2 á útivølli ímóti HB).

 

Víkingur hevur verið partur av fimm uppgerðum millum fimm tey fremstu. Úrtøkan er tveir sigrar (tvær ferðir 2-1 ímóti HB), tveir 1-1 javnleikir (ímóti B36 og NSÍ) og 2-1 tap ímóti KÍ.

 

Hjá NSÍ er Tórður Thomsen framvegis darvaður av skaða í knænum, og hjá Víkingi er Atli Gregersen tøkur aftur eftir leikbann.

 

Víkingur – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 19.00.