Tað er trýst á TB

Um tað skal sleppast undan niðurflytingini, so skal TB í fýra teimum seinastu umførunum vinna fýra stig meiri enn KÍ

Í gjár kendu klaksvíkingar seg tapa tvey stig heldur enn at vinna eitt stig í 3-3 javnleikinum ímóti EB/Streymi. Tað er tó møguleiki fyri, at stigið, sum í gjár varð sett á kontu hjá KÍ, kann fáa avgerandi týdning í stríðnum at sleppa undan niðurflyting.

Seinnapartin í dag fær TB í næstsíðsta heimadystinum í ár vitjan av AB. Úrslitið í Klaksvík í gjár ber við sær, at tað nú eru trý stig frá TB á níggjunda plássi og fram til KÍ á áttanda plássi. Málmunurin hjá klaksvíkingum (-5) er betri, enn hann er hjá TB (-21). Tað ber við sær, at tað er neyðugt hjá TB at vinna fýra stig meiri burturúr fýra teimum síðstu umførunum, enn KÍ vinnur úr trimum teimum síðstu umførunum.

Mikukvøldið syrgdi AB við 2-1 heimasigri á toppliðnum HB fyri, at tað mest sum er avgjørt, at AB eisini næsta ár verður partur av bestu deildini.

At AB mikukvøldið mest sum bjargaði sær sessin í bestu deildini kann roknast sum fyrimunur fyri TB, tí nú hava argjamenn ikki knívin á barkanum. Men AB venjarin, Sámal Eril Hentze, vildi eftir dystarlok mikukvøldið ikki hoyra talan um, at liðið hjá honum hevur tryggjað seg undan niðurflytingini:

-So leingi sum tað er teoretiskur møguleiki fyri, at vit kunnu flyta niður, so kunnu vit ikki fegnast um, at vit eru slopnir undan niðurflytingini. Vit hava møguleika á Tvøroyri at tryggja okkum plássið í bestu deildini, og tí møguleikanum fara vit at stríðast fyri, sigur Sámal Erik Hentze.

Hjá TB er hetta ein av betru møguleikunum at tryggja sær stig. Í trimum teimum síðstu umførunum skal TB spæla í Gundadali ímóti B36 og HB og so á heimavølli ímóti Víkingi.

-Tað skal ikki skorta við innsatsinum. Vit fara at leggja alt tað fyri ímóti AB, sum tað ber til og eitt sindur aftrat. So fáa vit at síggja, hvør úrtøkan verður, siga teir í TB.

TB-AB: Petur Reinert í dag klokkan 17.00.