Tað er trýst á TB

Ikki síðani í 1992 hevur TB vunnið á B36 í Gundadali

Fyri viku síðani vann TB 2-0 á heimavølli ímóti AB. Úrslitið bar við sær, at TB hvat stigum viðvíkur lyfti seg upp á síðuna av KÍ, sum kortini var omanfyri strikuna og TB undir strikuni, tí klaksvíkingar høvdu betri málmun.

Í gjár var fagnaður millum mongu KÍ viðhaldsfólkini, sum fóru av Argjum og norður aftur við 1-0 sigri. Trýstið lætti eitt sindur í kappingini um at sleppa undan niðurflytingini.

Í dag eru tað TB viðhaldsfólkini, sum saman við sínum monnum eru í høvuðsstaðnum. Setningurin er at takast við B36. Um tað ikki eydnast at vinna í hvussu so er eitt stig og helst øll trý, so fara vánirnar fyri at varðveita plássið í bestu deildini at versna.

Undan stóru avbjóðingini saknar TB tveir av lyklaspælarunum. Talan er um miðvallararnar Martin Tausen og Ndende, sum eru leikbannaðir.

Ímóti AB vóru TB hugburðurin og stríðsviljin framúr, og tað er neyðugt at finna sama áræðið og viljan framaftur í dag. Um tað eydnast TB í dag at vinna fulla úrtøku, so verður tað fyri fyrstu ferð í 21 ár, at TB vinnur á B36 í Gundadali. 5. juli í 1992 fór TB suður við 2-1 sigri. Tá var Finn Røntved TB venjari, og einasti spælarin, ið var við ta ferðina, og aftur verður á vøllinum í dag, er Óli Johannesen.

TB hevur bara vunnið eina ferð á útivølli í ár – 3-2 ímóti KÍ. Tá ið TB var í Gundadali og spældi ímóti B36 í fjórða umfari var úrslitið 1-1!

B36 eigur í dag fyri síðstu ferð í ár heimavøll. Eftir 0-4 lúsingin í Runavík fyri viku síðani eru vánirnar at vinna altjóða luttøku ikki so góðar, men møguleikin er framvegis har hjá B36, sum er á fimta plássi. Í Runavík sveið tað illa, at Róaldur Jacosben, sum higartil í ár hevur verið tann drúgvasti av øllum, tíðliga í 1. hálvleiki varð vístur av vøllinum og harvið er leikbannaður ídag.

Lukasz Cieslewicz er tøkur aftur, eftir at hann fyri viku síðani var leikbannaður. Vinstri vongverjin, Símun Joensen, hevur leingi verið skaðaplágaður. Hann er farin at venja aftur og verður við ídag.

B36-TB: Eiler Rasmussen kl. 15.00