Tað er undir alt lágmark

Framferðin hjá samgonguni ímóti suðuroyingum kann als ikki góðtakast, heldur løgtingsmaður

Tá ið fíggjarlógin fyri í ár varð samtykt, samtykti samgongan eisini, at í ár skal inntøkan hjá Strandferðslan av farmaflutningi ímillum Suðuroynna og Havnina, verða fimm milliónir hægri enn hon hevur verið. Tað merkir, at farmagjøldini skuldu hækkast og Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, heldur, at hetta er undir alt lágmark.

 

Hann sigur, at tað kann alsikki góðtakast, samgongan leggur eina stóra byrðu oman á vinnulív og borgarar í Suðuroynni - og øllum, ið hava tørv á farmaflutningi til og úr oynni. Tí hevur hann nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta Strandferðsluni fimm milliónir krónur afturat so at tað slepst undan at hækka farmagjøldini.

 

Bjarni Hammer sigur, at samstundis sum at tunnilsgjøldini lækka, ella verða strikað, verða gjøldini til Suðuroynna hækkað fimm milliónir krónur.  Ferðaseðilin fyri at ferðast ímillum Suðuroynna og Havnina er frammanundan nógv tann dýrasti í landinum. Príshækkingin á farmaflutninginum til Suðuroynna verður steinur oman á byrðu og fer at raka oynna óneyðuga hart, sigur løgtingsmaðurin.

 

– Suðuroyggin er skjótt tað einasta av teimum stóru økjunum í landinum, ið ikki er bundið upp í meginøki, sigur Bjarni Hammer. Tí heldur hann, a tað er óskiljandi, at meirilutin í Løgtinginum hevur lagt enn fleiri fótonglar í vegin fyri vinnulívið og fólkið í Suðuroynni, og sostatt forðar fyri, at hesin útjaðarin fer at mennast.

 

– Samanumtikið vil kappingarførið og sosiali ójavnin versna hjá øllum, sum virka og liva í Suðuroynni, sigur hann. Hann heldur, at rættasta hevðu verið at gjørt tað so liviligt sum gjørligt, til tað er koyrandi í gjøgnum Suðuroyartunnilin.