Tað er væntandi príshækkingin fer at hæsa av

– Oljurísurin hevur stóran týdning, men hann gongur upp og niður

##med2##

 

Fyri tað um prísirnir hækka er tað ikki vist, at rentan hækkar nakað serligt beinanvegin. Tað heldur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur. Fyrr í morgun vistu vit at siga, at hetta seinasta árið eru prísirnr hækkaðir so nógv, sum teir ikki eru hækkaðar hesi seinastu 14 árini.

 

Les meiri her: Nógv dýrari at hava tað heitt - og at koyra bil

 

Tað er serliga prísurin á olju, bensin og diesel, sum er farin til himmals. Men hvussu hart hetta raktar, veldst eisini um, hvussu stórar lønarhækkingarnar vera, men hetta seinasta árið eru prísirnir hækkaðir so nógv, at vit eru í eini serligari støðu.

 

Men hann væntar, at sigur, at fyri tað um príshækkingarnar eru stórar nú, er tað ikk sagt, at rentan eisini fer at hækka nevnivert beinanvegin. Hann sigur, at spurningurin er um hetta er ein varandi støða, ella ikki. Nú er tað oljuprísurin, sum er nógv hækkaðir og hann hevur altíð gingið upp og niður so útlitini eru, at príshækkingarnar fara at hæsa av.

 

Trýst á pílin undir myndina og hoyr, hvussu Johnny í Grótinum sær støðuna beint nú.