Tað var Vatnhamar faldað við trý

Eingin slingur var í valsinum hjá Víkingi, sum í kvøld við tryggum sigri í Runavík syrgdi fyri at halda tørn um FM møguleikan

Sølvi Vatnhamar skoraði tvey av málunum, tá ið Víkingur í kvøld vann 3-1 á útivølli ímóti NSÍ. Sølvi er toppskjútti við 15 málum. Hann hevur ongantíð áður skorað fleiri enn 14 mál í einum kappingarári

Víkingarnir eru sera drúgvir. Í góðveðrinum í kvøld vunnu teir 3-1 á útivølli ímóti NSÍ, og tað ber við sær, at Víkingur sera trygt heldur um silvurkrónurnar, og at FM møguleikin er eins stórur, sum hann hevur verið fleiri tær seinastu vikurnar. Tað eru seks stig fram til KÍ, og 11. september hittast tvey tey fremstu aftur í Sarpugerði í Gøtu.

 

Sølvi Vatnhamar er toppskjútti í bestu deildini. Í kvøld skoraði hann tvey mál, og nú hevur hann í 14 dystum skorað 15 mál.

 

Fyrra málið hjá Sølva í kvøld var eitt av teimum, sum tað ikki eru so nógv av. Hann vann bóltin av NSÍ í uppspælinum, og úr 40 metrum lyfti hann bóltin omanfyri eitt sindur uttarlaga Karstin Hansen, sum í kvøld vardi NSÍ málið.

 

Tað var í 18. minutti, at Sølvi skoraði til 1-0, og seks minuttir undan steðginum var tað yngri bróðurin og miðverjin Gunnar Vatnhamar, sum við høvdinum setti bóltin í málið, eftir at Bárður J. Hansen við horna hevði lagt innfyri.

 

Í kvøld var Ari Olsen millum teir fyrstu ellivu hjá Víkingi. Hann var tríggjar ferðir í góðum støðum at skora, og hann átti stóran lut í málinum, tá ið Sølvi Vatnhamar økti um munin til 3-0. Karstin Hansen hálvbjargaði bæði tá ið Ari Olsen og so innskifti Finnur Justinussen royndu seg, og so var Sølvi Vatnhamar fyrstur á returbóltinum og setti hann í tóma málið.

 

-Tað var ikki so stórur munur á liðunum, og vit eru sera lættir yvir at vinna, tá ið havt verður í huga, hvussu nógvir spælarar ikki vóru tøkir, tí teir eru skaddir ella leikbannaðir, sigur Sølvi Vatnhamar, sum ongantíð áður hevur skorað so nógv mál í landskappingini, sum hann hevur gjørt, nú 14 umfør eru farin. Hann hevur skorað 15 mál. Metið hjá honum higartil var 14 mál.

 

Lítla løtu undan leikloki minkaði miðvallarin Beinir Nolsøe um munin til 3-1. Hann var fyrstur á returbólti, eftir at Klæmint A. Olsen hevði roynt seg. Hetta var aðru ferð í ár, at Beinir Nolsøe var málskjútti í bestu deildini.

 

-Vit harmast um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig, men tá ið vit sammeta leikliga avrikið við tað, sum var, tá ið vit fyri nøkrum vikum síðani taptu 3-0 í Gøtu, so er talan um stóra leikliga framgongd. Vit hugsa ikki so nógv um stigatalvuna, men tá ið Europa nú sær út til at vera langt burtur, so vóna vit, at tað fer at eydnast okkum at enda í ovaru hálvu, sigur Klæmint A. Olsen liðformaður hjá NSÍ.  

 

 

 

NSÍ – Víkingur 1-3 (0-1)

 

0-1: Sølvi Vatnhamar 18.

 

0-2: Gunnar Vatnhamar 38.

 

0-3: Sølvi Vatnhamar 86.

 

1-3: Beinir Nolsøe 90.

 

Dómari: Alex Troleis

 

NSÍ: Karstin Hansen – Meinhard D. Geyti, Einar Tróndargjógv (Bergur Johannesen, 91.), Atli D. Petersen – Pætur Hentze, Mórits Heini Mortensen (Beinir Nolsøe, 69.), Betuel Hansen, Pætur Turiðarson Skipanes – Hans Marius Davidsen (Jógvan Højgaard, 69.), Klæmint A. Olsen, Búi Egilsson

 

Gult kort: Beinir Nolsøe, Pætur Turiðarson Skipanes

 

Venjari: Poul Helgi Jacobsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Arnbjørn Svensson (Finnur Justinussen, 64.), Géza Dávid Turi, Noah Mneney, Ari Olsen – Sølvi Vatnhamar (Martin Klein Joensen, 91.), Jákup Johansen (Signar á Brúnni, 84.)

 

Gult kort: Arnbjørn Svensson

 

Venjari: Jóhan Petur Poulsen

 

Sølvi Vatnhamar skoraði tvey av málunum, tá ið Víkingur í kvøld vann 3-1 á útivølli ímóti NSÍ. Sølvi er toppskjútti við 15 málum. Hann hevur ongantíð áður skorað fleiri enn 14 mál í einum kappingarári