Tað eru altíð mál í klassikaranum

Klaksvíkingar eru skerdir undan stóru avbjóðingini ímóti HB í Gundadali

Klassikarin millum HB og KÍ í Gundadali er á skránni seinnapartin í dag. Hagtølini siga, at tað er lítið sannlíkt, at dysturin endar málleysur. Higartil er tað ongantíð komið fyri, at einki mál er skorað, tá ið HB og KÍ hava dystast í Gundadali.

 

Síðani 2005 hava tað verið tríggjar innanhýsis uppgerðir, og tvey tey seinastu árini hevur tað einki borið til hjá klaksvíkingum, tá ið teir hava vitjað HB, sum í fjør vann 3-0 og í fyrraárið 5-0! 2011 var katastrofuár hjá HB, sum í Gundadali tvær ferðir legði rygg til tap ímóti KÍ – 1-4 og 1-3. Umframt hesar báðar ferðirnar í 2011 hevur KÍ bara vunnið tvær aðrar ferðir í Gundadali ímóti HB síðani túsund ára skiftið – 0-1 í 2008 og 1-2 í 2001.

HB er FM favorittur, og úrslitini í tveimum teimum fyrstu umførunum kundu bent á, at KÍ er betri fyri í ár, enn liðið var í fjør. Hóast leikliga avrikið ikki hevur verið heilt sannførandi, so kennist tað sum um, at javnvágin á liðnum er betri, og serliga í verjupartinum er liðið betri skipað, enn tað var í fjør, tá ið málini í stórum tali skolaðu ígjøgnum.

 

Hóast HB síðsta sunnudag vann 3-1 á heimavølli ímóti silvurvinnarunum í ÍF, so vóru teir ikki nøgdir við avrikið í 2. hálvleiki. HB venjarin Heðin Askham var í Klaksvík sunnudagin, tá ið KÍ átti heimavøll ímóti Víkingi, og hann hevur sína fatan av, hvat skal til:

-Vit spældu væl í 1. hálvleiki, tá vit royndu at spæla fótbólt. Eftir steðgin spæla vit ikki væl. Tað var panikkur í, og eg eri sera fegin um, at vit vunnu. Liðið er framúr, og um vit spæla sambært ætlanini, sum vit hava, so fara vit at vinna, sigur Heðin Askham, ið ikki minst rósar veteraninum Andrew av Fløtum fyri hansara góða spæl og stóra týdning fyri spælið.

 

Eyðun Klakstein var í Gundadali og sá HB vinna 3-1 ímóti ÍF. Nú er setingurin hjá honum at seta sítt lið upp til stóru avbjóðingina sunnudagin.

Tað plagar ofta at vera soleiðis, at klaksvíkingar hava hug at fara upp frá, tá ið liðið hjá teimum hevur vunnið tvær ella tríggjar ferðir. Nú kennist tað sum um, at spælararnir eru tilvitaðir um, at teir skulu ikki kynda undir áskoðararnar.

-Higartil hava vit verið agressivir, og vit hava báðu ferðirnar fingið løn fyri stríðið. Vit hava aftur sunnudagin torføra avbjóðing í Gundadali, og vit fara aftur at royna at fáa stig. So fáa vit at síggja, hvussu tað fer at roynast, er viðmerkingin hjá KÍ liðformanninum Hjalgrími Elttør.

 

Hjá HB er støðan mest sum tann sama. Jógvan Rói Davidsen tøkur aftur eftir skaðasteðg. Símun Samuelsen og Gunnar Haraldsen eru langtíðarskaddir, og Levi Hanssen er burturstaddur.

 

Hjá KÍ er Álvur F. Christiansen ikki tøkur. Heðin Klakstein varð skaddur undir venjing hóskvøldið, og hann er ikki førur fyri at spæla. Atli Danielsen hevur ikki vant saman við liðfeløgunum í vikuni, og úr KÍ leguni verður sagt, at tað er lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla í dag. Rodrigo Silva bíðar framvegis eftir loyvinum.