Fýra partrolarapør eru til fiskiskap

- Allir teir smáu trolbátarnir liggja, men væntandi fer onkur út í vikuni, um veðrið loyvir tí. 

 

Fýra partrolarapør eru til fiskiskap. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk.

 

- Fiskiskapurin eftir upsa er smáligur, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. 

 

Og soleiðis hevur tað tíverri verið í drúgva tíð.

 

Bara ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap. Teir fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk og koma inn at landa í næstu viku.

 

- Allir teir smáu trolbátarnir liggja. Væntandi fer onkur út í vikuni, um veðrið loyvir tí. 

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tvey fiska havtasku. 

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.