Tað eru nógvir møguleikar og nú verða teir umrøddir

Hendan næsta tíðin skal brúkast til at finna út av, hvat gamli Hvalbiartunnilin skal brúkast til

Nú nýggi Hvalbiartunnil er liðugur, enn eingin avgerð tikin um, hvat tann gamli tunnilin skal brúkast til. Fyribils er hann stongdur og bummar eru settir fyri tunnilsmunnan. Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki sigur, at tey fara at brúka hesi næstu tíðina til at umrøða, hvat hann skal brúkast til.

 

Men hann sigur, at ymsir møguleikar eru. Ein møguleiki er at lata hann aftur. Ein annar møguleiki er at hava hann til tygdartunnil at hava til at taks í eini neyðstøðu, har tað verður neyðugt at lata tann nýggja tunnilin aftur, og tá ið ábøtur verða gjørdir í nýggja tunlinum.

 

Sigurd Lamhauge hevur áður sagt, at skal verða trygdartunnil, skal hann eisini haldast og tað er sjálvsagt ein avbjóðing, tí játtanin, tey fáa at halda vegir, tunlar og brýr fyri, er alt ov lág.

 

Gamli Hvalbiartunnilin varð tikin í brúk í 1963 og tað merkir, at hetta er tann fyrsti tunnilin í Føroyum. Sostatt hevur hann søguligt virði og ein møguleiki er at varðveita hann sum eitt minni um farnar dagar. Ein triði møguleiki er at brúka hann í ferðavinnuni og at gera hann til ferðavinnumál og kanska knýta hann upp í kolaminurnar í Hvalba.

 

– Vit eru opin fyri øllum møguleikum, og vit fara at brúka hesa næstu tíðina til at taka eina støðu, sigur Sigurd Lamhauge.