Verður tað næsta ár fótbóltur í Fuglafirði leygardag ella sunnudag. Tann spurningin fer tað at fáast greiða á seinnapartin í dag. Í Fløtugerði fær ÍF vitjan av B68. ÍF er hótt av niðurflyting, men lagnan hjá ÍF er í hondunum á fuglfirðingum sjálvum. Um ÍF í dag vinnur úrtøku ímóti B68, so sleppur ÍF undan at flyta niður. Um TB ikki vinnur á heimavølli ímóti 07 Vestur, so fer ÍF at halda fram í bestu deildini uttan mun til, hvussu úrslitið í Fuglafirði verður í dag.
ÍF og B68 hava ikki so ofta dystast seinastu árini. Tað kemst av, at bæði feløgini hava flutt millum tvær tær ovastu deildirnar. Fimm teir seinastu dystirnar hevur B68 vunnið. Fyrr í ár vann B68 3-1 í Fuglafirði og eisini 3-1 á Svangaskarði. Í 2021 vann B68 allar tríggjar ferðirnar – 1-0 í Fuglafirði og 3-1 og 2-0 á Toftum.
Síðstu ÍF sigrarnir ímóti B68 vóru í 2016. Tá vann ÍF allar tríggjar ferðirnar – 4-0 í Fuglafirði og 2-1 og 2-0 á Toftum.
Hjá ÍF er Jan Ó. Ellingsgaard tøkur aftur eftir leikbann. Málverjin Tóri Traðará er framvegis skaddur.
Hjá B68 er miðvallarin Ragnar Samuelsen leikbannaður, eftir at hann mikukvøldið ímóti EB/Streymi sá reytt. Gilli Samuelsen er framvegis skaddur.