Tað eydnaðist heldur ikki hesa ferð móti Kýpros

Tíðindaskriv: Silver League, menn: Kýpros – Føroyar (spældur í Føroyum): 3-0 (25-19, 25-15, 25-15)

Vónir vóru undan dystunum ímóti Kýpros í gjár og í dag, at tað skuldi fara at eydnast at vinna á Kýpros fyri fyrstu ferð, ella í hvussu er at vinna eitt sett. Men eftir báðar dystirnar má ásannast, at enn restar nakað í, at tað fer at eydnast at vinna á Kýpros, men at vinna fyrsta settið ímóti teimum, er kanska ikki so langt burtur kortini.


Settúrslitini siga, at tað gekst verri í dag enn í gjár. Tað er kanska eisini rætt, men sigur kortini ikki allan sannleikan, tí løtur vóru hesa ferð, sum løgdu upp til eitt heilt gott úrslit, men tá til stykkis kom, fór tað kortini fyri mutur og skutur, tá settini skuldu avgerast. Lítið er at ivast í, at tvørrandi royndirnar hjá føroyska liðnum eiga sína søku í hesum. Hinvegin kann unga føroyska liðið menna seg nógv næstu árini, og tí er ikki grund til at falla í fátt. Tvørturímóti!


Føroyar komu nógv betur frá byrjan í dag enn í gjár, og hóast tað hevði hug til at dragna miðskeiðis í fyrsta setti, so bardu Føroyar seg innaftur í dystin, og minkaðu um munin til 19-20. Men so vann Kýpros næstu fimm bóltarnar og settið 25-20.


Í øðrum setti sá heilt gott út, tá Føroyar løgdu seg á odda 5-2, men við servu, sum tók í netkantin, legði Kýpros seg framum 8-7, og so gekk skjótt skeivan veg hjá okkara. Konsentratiónin tóktist vera farin, og skjótt hevði Kýpros vunnið 25-15.


Triðja settið var ikki heilt ólíkt tí undanfarna. Føroyar vóru væl við til 8-10, men so fór at dragna millum liðini, og seinastu løtuna sóu Føroyar út sum eitt lið, sum ikki trúði so nógv uppá tað, og so vann Kýpros 25-15.


Sunnudagin kl. 19 spæla Føroyar aftur á heimavølli – hesa ferð ímóti Lettlandi, sum er styrkismett nr. 27 í Evropa. Føroyar eru nr. 37 og Kýpros nr. 35.