Eg haldi ikki, at vit fiska ov nógv undir Føroyum nú.
Bjarni Vestergaard í Vági er púra ósamdur við teir fiskifrøðingar sum halda, at royndin undir Føroyum er so hørð nú, at tað verður ein galin endi.
Fáir kenna fiskiskapin undir Føroyum betri enn Bjarni Vestergaard.
Hann hevur verið fiskimaður og útróðrarmaður í yvir 50 ár.
Hann hevur verið nevndarlimur og formaður í Meginfelag Útróðrarmanna í yvir 20 ár.
Og sum formaður í MÚ, hevur hann verið limur í Fiskivinnuráðnum eitt áramál.
Men ikki minst var hann í Skipanarnevndini, sum í 1995-96 gjørdi uppskotið til fiskidagaskipanina, og sum sostatt gjørdi grundarlagið undir teirri skipan, vit hava í dag í fiskivinnuni í Føroyum.
Beint tvørturímóti fiskifrøðingunum, heldur tann royndi fiskimaðurin, at fiskiskapurin undir Føroy um hevur ongantíð verið so væl skipaúr, sum hann er nú.
Samstundis hevur landsstýrismaðurin fingið allar teir møguleikar, hann kann ynskja sær at stýra fiskivinnuni.
Og brúkar hann teir, kemur tað ongantíð at henda aftur, at vit fara at fiska okkum um koll, heldur Bjarni Vestergaard.
Men um náttúran fer at vinna okkum neisur aftur, sum hon hevur gjørt nú í nítiárunum, tað fáa vit onki gjørt við, leggur hann afturat.
Sostatt heldur Bjarni Vestergaard, at verða fellisár aftur undir Føroyum, verður tað av náttúrugivnum orsøkum og ikki av tí at vit hava fiskað ov nógv.
Tveittu fisk í havið
Bjarni Vestergaard sigur, at tað var vinnan sjálv sum ásannaði, at kvotaskipanin hevði so stór og álvarslig brek, at hon var ein ólukka fyri føroyska fiskivinnu.
Kvotaskipanin gav eina fullkomiliga skeiva mynd av fiskiskapinum undir Føroyum, og, hvussu nógv í veruleikanum varð fiskað. Tí hóast ongin vildi viðganga tað alment, vita øll, at hon elvdi til misbrúk við tað, at nógvur fiskur varð tveittur í havið aftur. Tað sigur seg sjálvt, at undir eini kvotaskipan verður fiskurin skildur á dekkinum so at bara tað verður tikið, sum gevur bestan prís. Alt hitt varð tveitt fyri borð aftur.
Og av tí bleiv grundarlagið fullkomiliga avskeplað at gera tilmæli á fyri fiskiskapin árini eftir.
Bjarni Vestergaard sigur, at hetta ásannaði vinnan og var tí so mikið at sær komin, at hon sjálv setti seg til fundarborðið at vita um ikki ein betri skipan kundi finnast í felag.
Nevndin, við umboðum fyri allar skipabólkar undir Føroyum, bjóðaði landsstýrinum at royna at finna eina semju, sum øll vinnan stóð saman um.
Hesa nevndina setti landsstýrið seinni formliga og hon bleiv bleiv síðani kend undir navninum Skipanarnevnd.
Í Skipanarnevndini sótu eisini fiskifrøðingar og tað vóru teir, sum komu við uppskotinum um fiskidagar ístaðin fyri tær landsskaðiligu kvotur. Og tað tók nevndin undir við.
Nevndin vísti eisini á, at tær skipanir sum vóru settar í verk at at friða gýtingarleiðir vóru ongantíð slopnar at standa sína roynd.
Vit mæltu tí landsstýrinum til halda fast um gera álvara av at friða gýtingarleiðirnar.
Bjarni Vestergaard sigur, at øll vinnan var samd um, at hetta varð tann frægasta loysnin.
Sjálvur er Bjarni Vestergaard púra sannførdur um, at tað ber væl til at stýra fiskivinnuni við hesi skipanini, vit fingu í 1996.
Ikki minst tí at skipanin eisini ber í sær nógvar friðingar. Serligan týdning hevur tað, at hetta eru friðingar, sum vinnan sálv er samd um.
Tað arbeiðið byrjaði í 1991 og er útbygt síðani. Soleiðis eru allar tær innaru leiðirnar púra friðaðar fyri trol og tey stóru línuskipini. Uttanfyri tað, hava tey stóru línuskipini eitt stórt økið at fiska á.
Og uttanfyri tað eru so trolararnir, uttanfyri allar vanligar toskaleiðir.
At teir kortini fáa nógvan tosk, er ein heilt onnur søga.
Samstundis skuldu gýtingarleiðirnar fullkomiliga friðast í gýtingartíðini.
Men har er so lorað eitt sindur síðani við tað, at útróðrarflotin hevur fingið partvísa atgongd til tey.
Øll henda skipanin ger, at Bjarni Vestergaard er fullvísur í, at tað fer ikki at henda, at landgrunnurin verður niðurfiskaður aftur.
Tað einasta, landsstýrismaðurin skal syrgja fyri, at lógin verður hildin og at gytingarleiðirnar frá frið í gýtingartíðini.
So skal hitt nokk laga seg sjálvt. Ikki minst nú ídnaðartrolararnar til alla lukku eru burtur.
Hóast teir ikki hava verið burtur í meiri enn tvey ár, sæst tað longu aftur í hýsufiskiskapinum.
Eg fái ongar óvinir við at siga tað, tí ídnaðarmenninir vistu tað sjálvir, tí nógvir ringdu til mín at gremja seg um, hvussu óhugnaligt tað var við øllum hýsumurtinum, teir drupu.
Bjarni Vestergaard sigur at nú ræður um at halda fast um hesa skipanina.
Men tað væntar hann eisini at vit gera av tí at øll vinnan er samd um hetta.
Tað er ikki longur sum fyrr. Tær leiðir, sum ein stórur floti uppá einar 50 trolarar, grópaði upp, eru friðarar so líðandi upp ígjøgnum nítiárini.
Nú er t.d. Munkagrunnurin og Mykinesgrunnurin so væl vardir, at trolingin har skal ikki síggjast aftur. Og høvuðsgýtingarleiðirnar -alt Norðhavið - er eitt stórt akvarium.
Fiska ikki ov nógv
Bjarni Vestergaard er heldur ikki samdur við fiskifrøðingar í, at vit í, at vit fiska ov nógv nú.
Hann er tí heldur ikki samdur í, at fiskidagarnir skulu skerjast.
Teir siga m.a. at tað er bara ein árgangur í fiskiskapinum, og at nógv minni er til.
Tað er so ikki tað, vit síggja her um leiðir. Vit fáa allar árgangir og fiskiskapurin er ikki minkaður.
Tó má eg viðganga, at tað er merkiliga lítið av tí smæsta toskinum.