B36 var stórfavorittur á heimavølli ímóti EB/Streymi, og B36 vann 2-1. Sigurin og HB tapið í Sørvági ber við sær, at tað nú eru tvey stig frá B36 og fram til silvurplássið.
EB/Streymur var ikki í Gundadali fyri at avmarka tapið. Teir úr Sundalagnum goymdu seg ikki í verjuni. Heldur bjóðaðu teir av í álopsspæli, og aftur í dag vóru tað fleiri at ungu spælarunum, sum avrikaðu við stórum sjálvsáliti.
Eitt nú var Hans Pauli á Bø øgiliga eyðsýndur. Evnini eru fín, og saman við Gutta Dahl-Olsen og Jákupi Hummeland órógvaði hann aftur og aftur verjuna hjá heimaliðnum.
10 minuttir vóru farnir, tá ið EB/Streymur legði seg á odda. Gutti Dahl-Olsen legði sera snilt inn úr vinstru, og tað eydnaðist hjá Hans Paula á Bø at stinga fótin framum verjuspælaran og stýra bóltin í málið.
So vóru fyritreytirnar hjá Sigfríði S. Clementsen og hansara monnum heilt góðar, men tíverri fyri teir, so svaraði B36 aftur beinanvegin. Taufee Skandari megnaði at sneiða seg leysan á baklinjuni í høgru, og tá ið hann legði bóltin neyvt mitt inn fyri málið, var væl upplagdi Bjarki C. Nielsen nógv hægstur, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið, og so var 1-1.
Fimm minuttir eftir steðgin var tað aftur Taufee Skandari, sum átti uppleggið, tá ið Valerijs Sabala skoraði sigursmálið. Hetta var sætta ferðin, at Sabala var B36 málskjútti.
Tað var spenningur inntil síðsta bríksl, og tað var fleiri ferðir um reppið, at tað eydnaðist EB/Streymi at javna. Tað eydnaðist ikki, men avrikið og hugburðurin bera boð um, at tað ivaleyst fara at renna fleiri stig á kontuna. B36 sigurin var søtur, og nú bíðar varmakeldudysturin í Fuglafirði, áðrenn dagsskráin verður at spæla í Europa.