Tað gekk akkurát ikki hjá Hákuni

Føroyski landsliðsspælarin var næstbesti málskjútti ímóti týska liðnum, sum hann í summar fer at spæla við, og sum í kvøld vann við einum máli

Hákun West av Teigum er føroyskur landsliðsspælari í hondbólti. Hann umboðar Skanderborg-Aarhus í bestu donsku deildini. Í kvøld var mótstøðuliðið í Skanderborg týska Füsche Berlin. Hetta felagið í týska høvuðsstaðnum fer Hákun West av Teigum at umboða næsta kappingarár.

 

Tá fer hann at avloysa Hans Lindberg, sum á danska landsliðnum kappast við Johan Hansen um plássið á høgra veingi á danska landsliðnum.

 

Í kvøld vóru Hans Lindberg og Füsche Berlin í Skanderborg. Har var tað øgiliga spennandi, og tað endaði við, at týska liðið vann 29 – 28. Í hálvleikinum var heimaliðið frammanfyri 16 – 15.

 

Serliga fyrstu løtuna gekk tað væl hjá heimaliðnum og ikki minst Hákun West av Teigum, ið endaði sum næstbesti málskjútti hjá heimaliðnum við fimm málum.

 

Hákun West av Teigum skoraði øll fimm málini í fyrra hálvleiki. Tað síðsta skoraði hann fimm minuttir undan steðginum, tá ið hann økti um heimaleiðsluna til 16 – 12.

 

Hjá Füsche Berlin vóru donsku landsliðsspælararnir Hans Lindberg og Mathias Gidsel bestu málskjúttar við ávikavíst ávikavíst 8 og 5 málum.