Jákup Martin Joensen er ógvuliga fegin venjari hjá EB/Streymi, sum í dag vann 3-0 á heimavøllinum í Streymnesi ímóti 07 Vestur.
-Nú fegnast vit um henda sigurin, og so fara vit at fyrireika okkum at fara í Gundadal at spæla ímóti HB um eina viku. Uppskriftin er tann sama, sum hon var í dag, og sum hon altíð er hjá okkum. Um vit arbeiða hart og nógv, so hava vit góðan møguleika. Tað sóu vit í dag ímóti 07 Vestur, og soleiðis verður tað eisini um eina viku, tá ið HB verður mótstøðuliðið, sigur Jákup Martin Joensen.
EB/Streyma venjarin sigur, at í steðginum tosaðu teir um, hvussu týdningarmikið hjá teimum tað var at skjóta eitt mál aftrat fyrsta korterið í seinna hálvleiki, eftir at hálvleiksstøðan var 1-0.
-Nú gekk tað uppaftur betur, enn vit høvdu vónað, at tað fór at gera. Vit skoraðu tvey mál fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin, og tað var ókend støða. Tí var tað ikki so hendingarríkt síðsta stóra hálva tíman, hóast 07 Vestur bjóðaði okkum av, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.