Tað vísir seg at ganga illa hjá Løgtinginum at avgreiða málini um rættindi til samkynd. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur.
Talan er um ein pakka við trimum uppskotum um rættindi til samkynd foreldur. Løgtingið umrøddu tey 30. september og so vórðu tey beind í Trivnaðarnevndina hjá Løgtinginum til nágreiniligari viðgerðir. Trivnaðarnevndin hevur ein mánað at viðgera uppskotini, so av røttum skuldi hon vera liðug 30. oktober.
Men tað eydnaðist ikki og tí bað nevndin løgtingsformannin um loyvi at hava málið til 15. november, tá skuldi tað vera liðugt, og tað varð játtað. Tað var mánadagin, men nevndin er enn ikki liðug og tí hevur hon nú aftur heitt á løgtingsformannin um loyvi til at útseta málið í tvær vikur afturat, ella til 1. desember og tað hevur løgtingsformaðurin eisini játtað.
Trivnaðarnevndin sigur, at tey hava havt tríggjar fundir um málið og tey hava havt fleiri fólk við á fund fyri at hoyra teirra sjónarmið, bæði landsstýrismannin í vinnumálum, Magnus Rasmussen og landsstýriskvinnuna í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, saman við Familjufyrisitingin og Almannaverkinum.
Tey hava eisini hoyrt sjónarmiðini hjá LGBT og landsstýrismannin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, saman við Gigni, sum er stovnurin ið veitur heilsurøkt til børn og ung. Umboð fyri Landssjúkrahúsið vóru eisini við landsstýrismanninum á fundi, og harafturat hava Annika Vang og Karin Jacobsen Vang, samkynd hjún, verið á fundi við Trivnaðarnevndina og greitt teimum frá hvørji sjónarmið tey hava.
Men nevndin sigur, at tey eru ikki liðug við viðgerðina enn og tí vilja tey hava málið útsett til 1. desember.