Tað hava aldrin verið so nógv fólk til arbeiðis sum nú

– Men kortini sær tað út til, at stígur er komin í

Desember er vanliga tann mánaðurin í árinum, har flest fólk eru til arbeiðis. Hagstovan sigur í eini nýggjari uppgerð, at árið í fjør var einki undantak í so máta. Í desember vóru tað nevniliga stívliga 28.050 løntakarar í Føroyum. Hagstovan sigur, at hetta er met og samstundis er hetta eisini fyrstu ferð, at løntakaratalið er farið upp um 28.000 í einum  einstøkum mánaða.

 

Hagstovan sigur, at sostatt vóru løntakararnir 330 fleiri í tali í desember í fjør enn tað vóru í desember – og tað svarar til ein vøkstur upp á 1,2 prosent.

 

Hóast talið á løntakarum er vaksið, er støðan tann, at sum heild er stígur komin og í at hesar seinastu mánaðirnar hevur lítil og eingin vøkstur verið.

 

Í desember vóru 14.475 menn og 13.581 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 100 menn fleiri og og 200 kvinnur fleiri enn sama mánað í 2000, so munurin ímillum kynini er minkaður.