Tað hendir okkurt, tá ið tú stendur á eggini

Seinnapartin í dag verður almenn ráðstevna um krabbamein í undirlívinum

- Tað hendir okkurt við tær, tá ið tú stendur á eggini.

Soleiðis tekur Durita Tausen í Havn, til, á Rás2.

 

Hon hevur sjálv havt krabbamein og seinnapartin í dag er hon við til at fyrirskipa eina almenna ráðstevnu um krabbamein í undirlívinum.

 

Ráðstevnan  er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Durita Tausen.

- Ráðstevnan er fyri øll, menn sum kvinnur, fólk, sum eru sjúk, ella hava verið sjúk og eisini avvarðandi og tey, sum aldrin hava verið sjúk.

 

Tað verður Katrin Kallsberg, yvirlækni, sum setir ráðstevnuna í Perluni klokkan 13, men annars verða tiltøk eisini í Posthúskjallaranum, Í Miðlahúsinum, í Býráðssalinum, hjá Frelsunnarherinum og í Grasagarði.

 

Á ráðstevnuni vera bæði fakligir fyrilestrar og kvinnur, sum hava havt krabbamein, og avvarðandi, fara at greiða frá.

 

Á Ráðstevnuni fer Durita Tausen sjálvt at greiða frá, hví hon fór at renna eitt maraton eftir viðgerð fyri krabbamein – og hvussu tað var at koma á mál.

 

Tað var hennara máti, men hon sigur, at tað er ikki sagt, at maraton er tað rætta fyri onnur.

- Minni enn at renna maraton kann eisini vera gagnligt fyri onkran annan, sigur Durita Tausen.

 

Ráðstevnan verður hildin í sambandi við at nú eru 10 ár síðani at undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum varð stovnaður. 

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Duritu Tausen greiða frá