Ávísir bólkar í Føroyum hava størri vanda fyri at fáa diabetis

Tað eru eini viðurskifti, sum hava stóran týdning fyri, um fólk fáa diabetis, ella ikki.

 

Fólk við ongum, ella lægri útbúgvingum, eru í nógv størri vanda fyri at fáa diabetis enn fólk við hægri útbúgvingum. Tað vísir nýggj gransking, sum nú verður almannakunngjørd í eini grein. Tað eru Vár Honnudóttir, Marin Strøm og Magni Mohr, sum eru høvuðsrithøvundar, og Anna Sofía Veyhe, Pál Weihe og danskir granskarar hava eisini verið við í verkætlanini. Og niðurstøðan í greinini er, at sosiala støðan hevur stóra ávirkan á um fólk diabetis.

 

Niðurstøðan er, at vandin fyri at fáa diabetis 2, er munandi størri hjá fólki við ongum, ella lægri, útbúgvingum, enn hann er hjá fólki við høgum útbúgvingum.

 

Talið á fólki, sum fáa diabetes 2, veksur við rúkandi ferð um allan heim, og heimsheilsustovnurin, WHO, metir, at í 2040 fara eini 650 milliónir fólk fara at hava sjúkuna.  Í Føroyum verður mett, at 3000 - 4000 fólk hava diabetes 2 og at líka nógv, ella enn fleiri, hava bryjandi diabetes.

 

Úrslitini í føroysku granskingini eru tey somu, sum gansking aðrastaðni vísir, tí gransking aðrastaðni vísi eisini, at sosiala støðan hevur stóra ávirkan. Men hinvegin vit hava lyndi til at halda, at Føroyar eru eitt javnari samfelag enn flestu onnur samfeløg, so tí hevði tað stóran týdning at kanna, um støðan var tann sama í Føroyum.

 

Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum heldur,, at tølini benda á, at samanhangur er ímillum sosialu støðuna og heilsustøðuna og tískil eiga vit at tryggja, at fyribyrgjandi tiltøk umfata allar borgarar í samfelagnum.