info
Ongi úrslit

Tað hevur týdning at fáa nóg mikið av D-vitaminum

- Fólk, sum taka eina multivitamin, har D-vitamin er í, nýtast ikki at taka eyka D-vitaminir.

Vilmund Jacobsen
12. januar 2023 kl. 11:20

Gigni, sum veitir heilsutænastur til børn og ung, reisir um dagarnar spurningin, um fólk fáa nóg mikið av D-vitaminum.

- Danska Heilsustýrið mælir til, at børn eldri enn fýra ár og vaksin dagliga fáa 5-10 mikrogram av D-vitamin ískoyti í vetrarhálvuni - ella frá oktober til apríl.

Gigni vísir á, at mælt verður eisini til, at børn frá tveimum vikum til fýra ár fáa 10 mikrogram av D-vitaminum dagliga alt árið. 

Á okkara breiddarstigi verður ikki evnað nógmikið av D-vitaminum í húðini í vetrarhálvuni.  

- Tí verður mælt til, at vit dagliga taka ískoyti av D-vitaminum, og mælt verður eisini til, at ávísir bólkar av fólki taka D-vitaminir alt árið.

Í Gigni vísa tey á, at fólk, sum longu taka eina multivitamin, har D-vitamin er í, nýtast ikki at taka eyka D-vitaminir.

Um heimasíðuna hjá Gigni - www.gigni.fo - kann meira lesast um týdningin av D-vitaminum og um tilmæli í hesum sambandi.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Undirtøkan hjá Trump hevur ongantíð verið lægri

5 tímar síðan
Tíðindi

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

7 tímar síðan
Tíðindi

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

7 tímar síðan
Tíðindi

Køkurin skal flyta samfelagið eina burðardyggari leið

8 tímar síðan
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í mánaði uttan landsdystir

8 tímar síðan
Tíðindi

Vilja vita hví hinir leikbólkarnir fáa stuðul

9 tímar síðan
Tíðindi

Uefa gevur Infantino tvær vikur at lata skjøl frá sær

10 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fekk fulla úrtøku móti AB

10 tímar síðan
Tíðindi

Lesihúsið: Børn fáa ikki neyðugu hjálpina í fólkaskúlanum

11 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri býir í Norður­frak­landi seta út­gongu­for­boð í gildi

11 tímar síðan
Tíðindi

ORÐ & TÓNAR í Reinsarínum

11 tímar síðan
Fótbóltur

Fimm stig til B36 og tvey stig til Skála ÍF

12 tímar síðan