Tað hevur verið deydligt í nátt

Fólk hava ikki tikið tað forsømda inn aftur

Í eini roynd at tálma korona í at breiða seg, hava skeinkistøðini verið lukkað um næturnar nú í einar seks vikur.

 

Men í nátt var fyrstu ferð í hesar seks vikurnar, at tey aftur høvdið opið alla náttina og tað var kanska væntandi, at nú fóru fólk at taka alt tað forsømda inn aftur. Men so var ikki, tí løgreglan sigur, at tað hevur ikki verið serliga nógv fólk í býnum.

 

Løgreglan sigur eisini, at tað hevur verið avbera friðarligt í nátt, so tey hava ikki havt nevnivert at gera av slíkum, sum hevur samband við náttarlív og veitslulag.