B36 tapti 1-2 á heimavølli ímóti walisiska TNS (The New Saints) í fyrra dystinum í fyrsta undanumfari til Champions League. Støðan var 1-1 inntil TNS avgjørdi dystinum á sjávum markinum til yvirtíðina. Eftir dystin var Eyðun Klakstein, B36-venjari, sjálvandi ein vónbrotin maður.
- Tað er øgiliga keðiligt at tapa so seint í dystinum. Eisini, tá ið tað er stutt eftir, at vit hava havt onkran stóran kjans. Men vit spæla ein fínan dyst í dag. Tá ið vit spæla evropeiskan fótbólt, so vita vit, at vit skulu spæla ímóti einum góðum liði, og at teir eisini duga sítt. Ein stóran part av dystinum spæla og verja vit væl. Í nógvum førum manglaði tað allar síðsta í, at vit fingu málið til 2-1. Til endans koppaði tað tíverri skeiva vegin, segði Eyðun Klakstein, tá ið vit fingu orðið á hann eftir dystin í gjár.
Dysturin varð leiktur á Tórsvølli, ið ikki er vanligi heimavøllurin hjá B36. Hóast Tórsvøllur ikki er nøkur umbering fyri at tapa, heldur Eyðun, at tað hevði sína ávirkan at spæla á øðrum vølli enn á vanliga heimavøllinum.
- Tórsvøllur er ikki okkara heimavøllur, so vit spæla hálvavegna á útivølli, hóast vit framvegis eru í Havn og í Gundadali. Vøllurin er eitt sindur tyngri og eitt sindur størri enn ovari vøllur, og tískil krevur tað størri orku at spæla á honum. Men tað, at vit spæla á Tórsvølli, er ikki nøkur umbering fyri at tapa, greiddi Eyðun víðari frá.
Sannlíkindini fyri víðari luttøku blivu viknað nógv, tá ið TNS avgjørdi dystin í 90. minutti. B36 hevur tó ikki mist vónina.
- Sannlíkindini høvdu sjálvandi verið størri, um vit megnaðu at varðveita javnleikin. The New Saints hevur fyrimunin nú, men vit fara eftir kjansinum, og vit vita, at alt kann henda í fótbólti. Vit fara at stríðast fyri okkara kjansi til síðsta bríksl í Wales, segði Eyðun Klakstein at enda.