Tað sigur Rúni Djurhuus, sum er stjóri Eventz, ið hevur skipað fyri ferðini, sum verður umrødd í greinini her á síðuni.
Tað var ein stúrin mamma, sum skrivaði, at foreldur mugu taka lán fyri at senda børnini í námsferð við skúlanum. Hon vildi vera dulnevnd.
– Eg vil gjarna varpa ljós á ein stóran trupulleika, sum bara versnar. Talan er um bólkatrýstið, sum fólkaskúlin leggur á foreldur við at fyriskipa dýrar námsferðir, so sum hesa á heili 15.000 krónur.
Rúni Djurhuus, sum er stjóri í Eventz, sum hevur skipað fyri hesum hondbóltstúrinum fyri flokkin á skúlanum á Fløtum sigur, at tað er nóg mikið av atgongumerkjum eftir til dystin, so hann veit ikki, hvat mamman tosar um, tá hon sigur, at hann hevur keypt øll atgongumerkini til finaluna.
Lesið eisini: Foreldur mugu taka lán til námsferð hjá børnum
– Túrurin kostar teimum 9.250 kronur fyrin hvønn við flogfari, bussi frá flogvøllinum í Luxemburg tiil hotellið í Trier. Eisini eru atgongumerki til dystin við í prísinum og bussur aftur úr Trier til flogvøllin í Luxemburg og flogferð heim til Føroya.
– Tey hava einki goldið fyri túrin enn, leggur Rúni Djurhuus dent á.
Hann sigur eisini, at tað verður eingin upphiting og einki afterparty fyriskipað á hotellinum. Tað verður úti í býnum, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Eventz.











