Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú

Í dag er altjóða dagur teirra Óføddu. Fyri nøkrum fáum døgum síðani, hevur Løgtingið havt tvey uppskot til fyrstu viðgerð, sum snúgva seg júst um hendan samfelagsbólkin, nevniliga øll tey børnini, sum longu eru Gitin, men sum enn ikki eru fødd.

Tað eina uppskotið vildi tryggja øllum Óføddum børnum rættin til lív, meðan hitt uppskotið vildi tryggja kvinnum rættin til at kunna velja barnið frá. Spurningurin um nær lívið byrjar og nær man er eitt menniskja við virði, tykist fyri summi at hava eitt ógreitt svar.

 

Men takka verið okkara framkomnu tøkni og vísund er svarið ógvuliga einfalt og greitt. So skjótt eggið er gitið, er ein nýggj lívvera vorðin til, sum hevur sítt egna serstaka DNA, ólíkt øllum øðrum, unikt. Vit vita, at tað hvørki er fuglur ella fiskur sum kemur út úr mammuni eftir níggju mánaðir, sostatt er talan um eitt menniskja. Og vit vita at lívveran veksur og veksur frá fyrsta sekundi, sum merkir at hon er á lívi. Sostatt má talan vera um eitt mannalív frá byrjan. Við ultraljóðskanningum sæst somuleiðis, at barnið er sprell livandi. Jú mín sann er greitt nær lívið byrjar.

 

Men hvussu er tað so við virðinum hjá hesum lítla Ófødda barninum, sum vit nevna eitt Fostur? Alt okkara lógarsmíð byggir á eina grundfatan um, at øll menniskju hava líka nógv virði; bankastjórin og flakakvinnan, elituíðkarin og tann sum situr í koyristóli, tann sjúki eins væl og tann fríski. Vit eru øll partur av tí menniskjaligu familjuni, hava rættindir og eru vard av lógini. Ófødda barnið er eisini partur av tí menniskjaligu familjuni, og hevur tískil júst sama virði sum tað fødda barnið. Men spurningurin er, hví Ófødda barnið er undir hóttan av lógini, meðan fødda barnið er vart av lógini.

 

Barnarættindasáttmálin hjá ST frá 1959 viðurkennir, at Ófødda barnið, eins væl og tað fødda barnið, eigur at fáa løgfrøðiliga vernd, og orðar seg soleiðis í innganginum:

 

"barnið, av tí at tað er kropsliga og sálarliga óbúgvið, hevur tørv á serligari vernd og umsorgan, m.a. nøktandi løgfrøðiligari vernd, bæði fyri og eftir tað er borið í heim"

 

Við hesum fyridøminum áttu vit í Føroyum at smíða eina Fosturverndarlóg, sum tryggjaði øllum Óføddum børnum rættin til lívið. Vit eiga at halda fast við ta siðbundnu føroysku fatanina, at menniskjalívið hevur eitt konstant virði, sum ikki avhongur av stødd, status, førleikum ella staðseting. Velja vit at víkja frá treytaleysa virðinum av mannalívinum í lógarsmíði og samfelagsbygging, kann hugsast, at tað bert er ein spurningur um tíð áðrenn títt og mítt lív eisini er í vanda.

 

Børnini í móðurlívi eru ein so tíðandi samfelagsbólkur í heiminum, og ikki minst í okkara landi. Ja, í dag er dagur teirra. Hetta er dagur teirra Gitnu, sum hava møguleika at gerast víðagitin, um tey sleppa at vera fødd. Í dag venda vit okkum til teirra, og mugu bara ásanna, at vit sjálvi hava verið akkurát líka lítil, sárbar og nakin á okkara ferð til tey føddu. Tí einaferð var tað eg og einaferð var tað tú.

 

Rebekka Fuglø Poulsen

Føroya Pro Vita